Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skrúðgongan og røðan sunnudagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.06.2023 - 13:58 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

"Neyvan savnar nakað eina bygd ella ein bý so væl sum ítróttur," Segði forkvinnan í róðrarfelagnum millum annað í røðu síni sunnudagin á Norðoyastevnu. Niðanfyri er røða Sonju:

Kvøða til ítróttin!

Góðu norðoyingar og góðu stevnufólk

So føgur í Føroyum er summarsins tíð
og mangur man geva tí ans
Og fólk stevna saman úr bygd og úr bý
til fundar á leikvøll í dans

Fyri meira enn 80 árum síðani - í 1936 - var fyrsta summarstevnan - norðoyastevna - hildin í Klaksvík. Eins og í gjár, so spældi KÍ uppi við Djúpumýru, kappróður var á vágni og dansur var í bygdini. Í so máta er einki broytt. Vit hittast enn til gaman og álvara, og tíbetur duga vit enn at sleppa gerandisdegnum eina løtu og koma hvørjum øðrum við. 

Seint í 80’unum savnaði ein lærari nakrar gentur í skúlanum á Ziskatrøð. Eg minnist týðiliga, at hann segði okkum, at kl. fýra í dag skulu tit møta upp í fimleikahøllini at spæla flogbólt. Eingin av okkum visti, hvat flogbóltur var, men vit møttu upp, og vit spældu flogbólt í 20 ár. Út í eitt. Onkur spælir enn.

Avrikini vóru góð, men tað sum stendur klárt og týðiliga eftir hjá mær í dag, eru minnini, sum vit savnaðu, ímeðan vit strembaðu eftir góðum ítróttaligum avrikum. Uttan at vita tað tá, so skaptu vit upplivingar, vinasambond og løtur saman, sum í dag eru óbetalilig virðir fyri okkum allar samlar. 

Og tað er júst kjarnin og styrkin í ítrótti. Tí neyvan savnar nakað eina bygd ella ein bý so væl sum ítróttur. Her í Klaksvík savnar ítróttur langt oman fyri 1000 børn og ung hvønn tann einasta dag. Tey skapa løtur, sum tey fara at brúka og njóta í lívsins førningi - og tað má ongantíð undirmetast. 

Eg hugsi ofta við mær sjálvari, hvussu Klaksvík hevði verið uttan ítrótt. Um vit IKKI høvdu karmar at íðka, ella IKKI høvdu møguleika at savnast í felagsskapum. Ikki tí at ítróttur skal takast fram um annað frítíðarvirksemi, men í Klaksvík er ítróttur so inngrógvin, at tað ber illa til at ímynda sær býin uttan ítrótt. 

Eg fegnist um at búgva í einum býi, har ítróttur hevur góðar karmar at virka í - og eg kann sjálvandi ikki koma uttan um nýggja kappróðrarneystið í býnum, sum varð tikið í brúk um ársskiftið. Ein prýðiligur bygningur, sum er skraddaraseymaður til tjóðarítrótt føroyinga - staðsettur mitt í hjartanum í Klaksvík - TAÐ er stórt. 

Við glasi hevur borið til at lata bygningin upp, so at aldargamalt handverk og nútímans ítróttur onkursvegna renna saman. Hendan samanrenningin er hugtakandi, og eg ivist onga løtu í, at nýggja kappróðrarneystið verður eitt positivt íkast til býarins børn í framtíðini og til Klaksvík sum heild. 

Eg vil her nýta høvið at takka Klaksvíkar Býráð og øllum teimum, sum hava gjørt verkætlanina til veruleika. Klaksvíkar Róðrarfelag er nú flutt inn í nútíðina, og tað takka vit hjartaliga fyri. Róðrarfólkini í KRF kvitteraðu í gjár við metgóðum úrslitum í norðoyastevnuróðrinum 2023!

“Góðir karmar skapa ikki úrslit, verður sagt”. Og tað er púra rætt. Aftan fyri góðu ítróttaligu úrslitini liggja hundraðtals venjingartímar og ein arbeiðsinnsatsur, sum vit á síðulinjuni bara kunnu droyma um. Eg undrist og verið dagliga hugtikin av, hvussu nógva orku og hvussu nógva tíð tey ungu leggja í ítróttin. Framsøkin og miðvís. Ágrýtin og íðin eftir betri úrslitum.

Men jú, góðir karmar skapa eisini úrslit. Góðir karmar gera tað møguligt at optimera venjing, at hugsa øðrvísi og at hugsa stórt. Og góðir karmar stimbra sosiala partin av ítróttinum. Tí partinum, sum bindur okkum saman og er sjálvur kjarnin í góða ítróttaandanum.

Og vit mugu ikki gloyma, at aftan fyri hvønn einasta felagsskap, sum stendur her í Vágstúni í dag, eru aftur fleiri fólk, sum ótroyttiliga og hugagóð hjálpa til og brúka tíð og orku at stuðla upp undir ítróttarfeløgini. Lønin er ikki heiðursmerki, men lønin er, at børn og ung mennast í tí ítróttagrein, tey nú eina ferð velja sær. 


Tí er tað so týdningarmikið, at karmarnir hjá ítróttafeløgunum í Klaksvík eru á nøkulunda sama stigi, so at viftan kann fevna breitt, og øll í býnum kunnu finna sítt pláss á hillini. So latum okkum framhaldandi skapa karmarnar, og latum okkum framhaldandi verða góð við og hjúkla um tann góða felagsskapin.


Og nú eg standi her, vil eg eisini vegna Klaksvíkar Róðrarfelag nýta høvið at takka teimum mongu, sum ár eftir ár hava hjálpt okkum við at skipa fyri norðoyastevnuróðrinum. Tey flestu síggjast ikki, tey hoyrast ikki, men tey hava í áratíggjur røkt uppgávur, so at tað ber til hjá føroyingum at rógva kapp á vágni á norðoyastevnu. Hesi fólk eru eisini ein partur av heildini og eiga tey stóra tøkk uppiborna.

“Tann løtan, sum ikki er ring, hon er góð” - verður sagt í seinasta ørindi í summarstevnuvalsinum.

Í dag er løtan góð. Býurin vísir seg frá síni allarbestu síðu og tað er millum Kjøl og Klakk, at vit kenna hitan frá fólki, sum eru góð við ítróttafeløgini í Klaksvík. 

Takk fyri, at tit lýddu á og framhaldandi góða norðoyastevnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari