Lýsing
Lýsing
Lýsing

Íløgurnar minka í Føroyum – vaksa í Skotlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2023 - 05:59 Tíðindi Vinna

Nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar, og tískil má Bakkafrost tillaga virksemið okkum eins og íløgurnar. Ein avleiðing er tíverri, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi. Søguliga sæð hevur íløgustøðið í Føroyum verið sera høgt, á leið 12 kr/kg. Í Føroyum verður íløgustøðið komandi 5 árini minkað niður í 7 kr/kg, meðan tað verður tvífalt hetta, 14 kr/kg, í Skotlandi. Í alt verða gjørdar íløgur fyri 6,3 milliardir í tíðarskeiðnum 2024-2028, harav 355 milliónir eru settar av til at fremja grøna orkuskiftið.

 

Í dag 6. Juni 2023 hevur Bakkafrost kapitalmarknaðardag, har millum annað íløguætlanin fyri 2024-2028 verður løgd fram. Kapitalmarknaðardagurin verður hildin í Skotlandi, men framløgurar, ið verða hildnar í dag frá 8.00 til 11.15, verða stroymdar á heimasíðu felagsins:

 

https://www.bakkafrost.com/en/investor-relations/capital-market-day-cmd/

 

Orsakað av nýggja tøkugjaldinum, kann væntast minni virksemið á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi.

 

Lívfiskaætlanin er eisini ávirkað og ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini. Í staðin verða munandi minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk. Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð.

 

Íløgur, sum longu eru settar í gongd, verða gjørdar lidnar. Hetta umfatar millum annað útbyggingarnar á Havsbrún.

 

Bakkafrost hevur leingi ætlað út á opið hav at ala og søkti longu í 2020 um loyvi at ala á opnum havi í Føroyum. Havalingin er ikki partur av hesari íløguætlanini. Sum heild verður miðað eftir at vaksa framleiðsluna á sjónum í Føroyum, tó við minni íløgum, optimeringum og nýggjari tøkni.

 

Miðað verður efir at taka 165.000 tons (kruvd vekt) í 2028, harav 110.000 í Føroyum. Í 2028, verður samlaði framleiðslukapaciteturin í Føroyum og Skotlandi 200.000 tons av laksi.

 

Í Skotlandi eru góðir vakstrarmøguleikar og gongdin í aliningini betrað munandi. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av teimum mongu íløgum, Bakkafrost longu hevur gjørt í Skotlandi og av at virksemið sum heild er umskipað. Komandi árini er ætlanin at økja framleiðsuna av stórum smolti til 15 milliónir smolt á 500g í 2028. Smoltstøðin við Applecross verður víðkað enn meira komandi ár og verður á stødd við størstu smoltstøðina í Føroyum, smoltstøðin við Strond. Ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi. Hendan verður nakað størri enn smoltstøðin við Strond í Føroyum og verður væntandi liðug í 2027.

 

Harafturat er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi. Virkið verður væntandi byggt í stigum og verður væntandi liðugt í 2028.

 

Ætlanin er at vaksa alingina á sjónum í Skotlandi við nýggjum aliøkjum, útbýgging av verandi loyvum og við at flyta aliøkir út á djúpari vatn. Eisini er ætlanin at gera íløgur í nýggj skip.

 

Bakkafrost hevur bundið seg til at minka um útlátið og taka hetta í stórum álvara. Tað er sera týdningamikið, at enn meira ferð verður sett á grøna orkuskiftið. Tískil eru 355 milliónir krónir settar av til grøna orkuskiftið í Skotlandi og í Føroyum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!