Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsert í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.06.2023 - 05:55 Mentan Tíðindi

Ì ár framføra Monika og Andrea  týsdag 13.juni 2023 kl.19.30 árliga konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.

 

 

 

Tónleikakaffé í Riberhúsinum, Fuglafirði fríggjadag,9.6.2023frá  kl.10-12 leygardag 10.06 2022 frá kl. 15 – 17

Tað hoyrir mest sum til summarskrá í Klaksvík, at systrarnar baðar Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver framføra í Christianskirkjuna í samband við summartónar. Hvørt ár unna sær fleiri fólk eina løta at nýta frálíkan tónleik sum er fjólbroytt og spennandi at lýða á.

Ì ár framføra Monika og Andrea týsdag 13.juni 2023 kl.19.30 árliga konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Her spælir Andrea bæði á orgul og flygil. Fríggjadag og Leygardag aðrenn, tann 9. Juni millum 10-12 og 10.juni  millum  15 – 17 spæla teir á tónleikakaffi í Riberhúsinum .

Tónleikararnir eru upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í nógv ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan føroyamusikkskúla. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur fleiri ferðir vitja oyggjarnar og hava tær saman spælt fleiri konsertir, m.a. í Leirvík, Tórshavn, Klaksvík, Fuglafirði,Gjógv, Nólsoy etc. 

Skráin verður fjøllbroyt frá Telemann,Veracini, Dancla, Kristian Blak, Laila Nielsen, til ungarskan fólkatónleik eftir Brahms og Léhar. Sum nakað serstakt er frumframførslan av stykki eftir Simona Eivinnsdóttir.

Konsertirnar eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…