Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lortaspannsjournalistikkur!!!

SKRIVAÐ: Hanus á Lógv  |  28.06.2023 - 08:44 Lesarabrøv Tíðindi

Eg var uppringdur av einum, sum nevndi. seg Marjun Dalsgaard og. segði seg arbeiða á okkara fremsta landsmiðli, KVF. Hon vildi hava eitt úttalilsi. frá mær um mítt arbeiði sum lækni á læknavaktini. Eg eri ikki nakar almennur persónur, men ein vanligur privatpersónur, sum havi. arbeitt í 35 ár sum lækni, fyrstu 15 árini sum skurðlækni, mest í Svøríki, men eisini í Føroyum. Og. seinastu 15 árini sum kommunulækni í Klaksvík. Eg havi altíð arbeitt nógv og tað er so, at skalt tú gerast fakliga dugnaligur, so skalt tú arbeiða nógv, bæði nátt og dag. Hetta var nakað, sum eg fekst at vita, tá eg sum ungur lækni byrjaði mína útbúgving sum skurðlækni í Norðursvøríki. Eitt annað, sum mín mentor innan skurð, ein sera dugnaligur. skurðlækni í Luleå, fortaldi mær, var, at um eg ongan feil kom at gera, so kundi tað bert vera av eini orsøk og tað var, at eg hevði arbeitt ov lítið. Eg hugsaði kanska ikki so nógv um hetta tá, men lívið hevur lært meg at sanna hesi orð. So sjálvandi havi eg gjørt fleiri feilir. Ein av hesum feilum var var haltandi journalføring í vissum førum. Hetta var tað sum landslækni peikaði á og eg havi eisini síðani roynt mítt besta fyri at rætta uppá hetta. Tað eru. aðrir feilir av fakligum slag,sum kanska eru meiri álvarsligir og sum bara eg veit um. Hetta má eg liva við. Tá tú tekur fleiri hundra avgerðir hvønn einasta dag, so kann hetta ikki umgangast. Men eg royni altíð at læra av mínum feilum. Í øll hesi 35 ár, so havi eg ikki fingið nakra aðra átalu fyri mítt fakliga virksemi.

So at verða hongdur alment út á okkara landsmiðli fyri at arbeiða ov nógv, haldi eg er so djúpt órættvíst, at eg ikki havi orð fyri tíð. Apríl máni í fjør var ekstremur. Páskir vóru helst eisini tá og eingin lækni vildi hava koyri - og náttarvaktir, tí tær geva einki. Eg hevði næstan bert koyri - og nátttarvaktir og tá er næstan altíð onki at gera og tú kanst sova um tú vilt. Koyrivaktir. ert tú heima. Ikki tíð, eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at hetta ikki er gott, men soleiðis hevur. hetta nú verið hjá nógvum læknum í fleiri harrans ár. Arbeiðir tú sum hjálparlækni á KS ella SS, so hevur tú vakt alt samdøgrið í 7-14 dagar og har er arbeiðspressið mangan stórt.

Summa sumarum, so eri eg sera keddur yvir at verða ákærdur alment fyri nakað sum ikki er átaluvert, fyri at arbeiða ov nógv.

Tað er óhugnaligt, at miðil, sum er fíggjaður av skattapengum og her havi eg goldið mín stóra part, kann fara so óndsinnað fram.

Eg segði við Marjun Dalsgaard, at eg ikki vildi úttala meg, men hava frið, men hetta var ikki respekterað. Kann man veruliga hanga privatpersónar út við persónnummari, myndum av arbeiðsplássi, lit á bili. o.s.fr. Ófatiligt. fyri mær ???
Eg vóni, at leiðslan í kringvarpinum, nevnd, stjóri ella hvat veit eg, eru so at sær komin og tekur seg saman,so hesin formur fyri lortaspannsjournalistikki ikki vinnur frama, men verður steðgaður.

Heilsan til øll sum lesa hetta innlegg

Hanus á Lógv, kml 1, Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…