Blátt Gras á Norð Festivalin
Vit kunngera við gleði, at føroyski bluegrass bólkurin Blátt Gras, sum við sínum jaligu og væl svingandi tónum, verður millum nøvnini á Norð Festivalinum í ár. Blátt Gras, ið fyrr hava vunnið Føroya besta lag á FMA, eru garantar fyri eini løtu, har tilveran bara skal njótast.
Keyp tíni atgongumerki her: https://www.atgongumerki.fo/2120932/nord-festivalurin-2023
Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum í forsølu, so tað er at gera skjótt av!
Tað er framanundan greitt, at Anfinn Nielsen, Tinganest, Marius DC, Magni Christiansen, Danny Baldurssson, Grandma´s Basement, Jens Marni Hansen, Sámal Ravnsfjall og Halleluja Sofus eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2023.
Komandi tíðina fara vit at kunngera fleiri nøvn.
Vit síggjast á Viðareiði 26. aug