Lýsing
Lýsing
Lýsing

’O móðurlandið’ - fakta ella uppspuni?

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  22.07.2023 - 17:27 Lesarabrøv Politikkur

Annar partur (av trimum)

 

Frá valinum 7. juli 1994, tá vónloysi lá sum ein skadda yvir landinum, til bankakanningin var veruleiki lítið ár seinni, broyttist politiska huglagið púrasta.

Allar avdúkingarnar frá framløguni av bankakanningini 8. desember 1994 til hon var samtykt gjørdu, at almannahugsanin gjørdist sera forsyndað inn á viðferðina danir høvdu framt móti Føroyum.

Serstakliga fekk sjálvstýrisrørslan undanvind, sum mentist stórliga orsakað av eyðmýkjandi viðferðini danir høvdu útint móti føroyingum – frá donsku politisku skipanini, embætisverkinum, Den Danske Bank og ikki minst í donskum fjølmiðlum.

Við endan á 1997, trý og eitt hálvt ár aftaná, at bankamálið var reist í tinginum, og beint undan at bankakanningin var liðug, sendi sjónvarpið tríggjar góðar sendingar um bankamálið.

Undirritaði fekk sendingarnar bandaðar frá sjónvarpinum at lata lata Grønborg, so hann bleiv kunnugur við innihaldið í teimum, áðrenn hann handaði endaligu bankakanningina. Grønborg bæði las og skilti føroyskt. Hansara niðurstøða var greið.

Sendingarnar hjá sjónvarpinum vóru góðar (politiskt undirhaldandi, sum hann málbar seg), men høvdu so nógvar blindar/vantandi vinklar, at tær á ongan hátt vildu ávirka úrslitið av bankakanningini.

Sendingarnar í sjónvarpinum fluttu heldur ikki eitt komma í bankafrágreiðingini.

Samanumtikið er niðurstøðan tí púrasta greið.

Tað var framløgan í tinginum um kanning av bankamálinum 8. desember 1994 og øll viðgerðin aftaná, sum vendi almannahugsanini til frama fyri sjálvstýrisrøsluna, og ikki bankasendingarnar í sjónvarpinum ultimo 1997, soleiðis sum postulerað verður í sendingini ’O móðurlandið’.

At sendingarnar skundaðu undir sjálvstýrishugin, er valla ivi um. Í hvussu er tryggjaðu tær vertinum í sendingunum sess í Løgtinginum.

Tað er fakta, meðan restin má roknast at vera uppspuni – fiktión.

 

Stjórnin stevnd

Grønborg-frágreiðingin í fimm bindum man vera mest nágreiniliga ritgerð um føroysk viðurskifti yvirhøvur. Kortini bleiv hon mestsum burturtøgd, hóast frágreiðingin burdi verið sjálvsagt evni hjá m.a. KvF at gjørt sendingar burturúr.

Men so eiðasørt, har kvetti ikki frá miðlinum tá ella síðani. Men málið var kanska rokkið við bankasendingunum ultimo 1997?

Tá úrslitið frá bankakanningini var almannkunngjørt fríggjamorgunin 16. januar 1998, var Edmund Joensen løgmaður.

Hann setti fýra advokatar at kanna niðurstøðurnar hjá Grønborg. Hesir vóru Christian Andreasen, Petur Even Djurhuus, Sigmund Poulsen og Hans Trúgvi Teirin. Teir lótu løgmanni skrivligt tilmæli um, at landsstýrið sannlíkt hevði eitt krav móti donsku stjórnini og Den Danske Bank.

Løgmaður fylgdi tilmælinum frá advokatunum og setti sær fyri at stevna donsku stjórnini.

Hann setti tríggjar advokatar at fyrireika stevningina.

Advokatarnir vóru Christian Andreasen, Jørgen Holst og Bent Unmack Larsen. Teir gjørdu uppskot til stevning móti donsku stjórnini, Den Danske Bank og Fíggingargrunninum frá 1992.

Stevningin bleiv latin Eystara Landsrætti undan páskum í 1998. Tað var altso ein sambandsløgmaður, sum stevndi donsku stjórnini.

Bráddliga skrivaði løgmaður út val at vera 28. apríl. Úrslitið var, at nýggj samgonga varð skipað, fullveldissamgongan.

Annfinn Kallsberg gjørdist løgmaður. Nýggja landsstýrið tók við leistinum viðv. stevningini.

 

Samráðingarnar í Danmark

Áðrenn valið var kortini lagt upp til samráðingar. Hóast tað, legði stevningin stórt trýst á donsku stjórnina.

Mogens Lykketoft bleiv sendur til Føroyar og hevði samrøður við landsstýrið. Endin var, at semja var um, at farast skuldi undir samráðingar um bankamálið og upplegg til broytt ríkisrættarlig viðurskifti 10. juni 1998.

Samráðingarnar blivu hildnar í danska fíggjarmálaráðnum.

Føroyska delegatiónin var serstakliga væl fyrireikað, ikki minst orsakað dygga forarbeiðinum, sum advokatarnir, ið eisini luttóku á fundinum, høvdu gjørt.

Annfinn Kallsberg, løgmaður, var framúr góður samráðingarleiðari, sakligur og avgjørdur og setti sær fyri at fáa eitt virðiligt úrslit.

Sum uppskotsstilari og seinni eygleiðari av bankakanningini, var undirritaði av løgmanni boðin við føroysku sendinevndini, og kundi tí fylgja samráðingunum frá fyrstu parkett.

Saman við samráðingunum koyrdi eitt politiskt spæl handan leiktjøldini. Danska stjórnin hevði fyrireikað sokallaða hvítusunnupakkan, men ivasamt var, um stjórnin kundi manna meiriluta fyri uppskotinum. Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður, tryggjaði stjórnini meirluta, men hann atkvøddi ikki sjálvirkið fyri uppskotum í Fólkatinginum.

Eidesgaard var vónbrotin av ringu viðferðini stjórnin hevði víst móti føroyingum.

Tí vóru boð eftir Óla Breckmann, fólkatingsmanni, um at lata vera við at atkvøða ímóti, so “pakkin” undir øllum umstøðum bleiv samtyktur. Hesum játtaði Óli Breckmann, tó við treytum til samráðingarnar til fyrimuns fyri landsstýrið.

Úrslitið varð, at Breckmann og Eidesgaard klearaðu hvønn annan.

Umleið kl. 4 um náttina lá samráðingaruppskot á borðinum. Tá hendi so tað, sum so ofta er hent hjá føroyingum. Føroyska delegtiónin gjørdist ósamd innanhýsis. Tjóðveldi vildi ikki skriva undir. Tey vildu sleppa til hús at “sova” uppá sakina.

Tey gjørdu seg til reiðar at fara, tá John Petersen, landsstýrismaður setti seg fyri hurðina og gjørdi greitt, at rýmdi Tjóðveldi, so fór Fólkaflokkurin gera samráðingarnar lidnar einsamallur. Tjóðveldi bakkaði.

Ímeðan vóru Annfinn Kallsberg og Lykketoft endaðir í lítlum tekøki millum bæði fundarhølini. Hesin fundurin endaði við, at Føroyar fingu eina hálva milliard afturat avskrivaðar. Upphæddin skuldi ikki gjaldast, um Føroyar ikki funnu olju innan 20 ár.

Avtalan millum landsstýrið og stjórnina hevði virði uppá 2 mia. kr. Bankamálið man tí vera størsta bragdið, framt av politisku skipanini nakrantíð, og sum legði lunnar undir eina nýggja byrjan í Føroyum, bæði fíggjarliga og ikki minst viðvíkjandi okkara ríkisrættarligu støðu.

Sum svar uppá henda veruleika, visti verturin at siga, ”at bankamálið isolerað var eitt sindur sekundert í forteljingini. Var eitt symptom uppá skipan, sum fór av lagi”.

Henda niðurstøða er meiningsleys, tá tað var bankamálið sum gjørdist farskotið uppá nýggju byrjanina og politiska veruleikan síðani.

Hinvegin var tað um reppið at Tjóðveldi syndraðu avtaluna. Sjónligt var, at flokkurin ikki ynskti loysnina, men heldur vildi brúka bankamálið til politiskar ónáðir millum Føroyar og Danmark.

Framhald...

 

Bjarni Djurholm

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…