Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teir átjan rossleyparnir

SKRIVAÐ: Jacob Vestergaard  |  23.07.2023 - 17:13 Politikkur Tíðindaskriv

Vit í Føroyum, sum eru sannførd um, at vit eru frælslyntir føroyingar, eru skelkað av sitandi vinstra sosialistisku samgongu, ið hevur eittans politikk, har einasta endamálið er at køva okkara vinnu og harvið okkum sum sjálvstøðuga tjóð

Einar sjálvstøðugar Føroyar kunnu einans vera til, um vit hava eitt risa sterkt vinnulív, sum skapar útflutning og størv til allar hendur og sostatt eitt sjálvberandi skattagrundarlag. Hesin boðskapurin er í dag helst ókendur á teim bonaðu gólvunum í Tinganesi.

Tann nýggja “doktrinin” hjá sitandi vinstra sosialistisku samgongu sigur, at danskur blokkur verður við árunum útskiftur við blokk úr okkara tilfeingisvinnum.

Har er bert trupulleikin, at útreiðslurnar á fíggjarlógini hjá sitandi vinstra sosialistisku samgongu hava longu tvílopið um allar eyka inntøkur frá okkara tilfeingisvinnum.

Hetta er ein sera ørkymlandi og ófrættakend gongd, sum kann koma okkum aftur um brekkur um fá ár.

Við øðrum orðum sagt, verður eitt hóttafall í okkara tilfeingisvinnum í framtíðini, fara vit at uppliva kreppur í Føroyum, sum ongin núlivandi føroyingur hevur upplivað.

Danski blokkurin til Føroya á donsku fíggjarlógini samsvarar í lutfalli til áleið 6 mió. krónur á føroysku fíggjarlógini. Høvdu vit í Føroyum ikki verið samd um at latið nakað so lítið fyri so nógv sum Føroyar eru. Tað er eingin spurningur og tí flenna Mette & Løkke eftir okkum.

Sitandi vinstra sosialistiska samgonga fæst við antiføroyskt virksemi undir leiðslu av Metti & Løkke, har ósek brøðraløg í umleið hálvthundrað ár millum føroyskar og russiskar fiskimenn verða kvett.

Tað er harmuligt, at ósekir føroyskir og russiskir fiskimenn, sum ongan leiklut eiga í ræðuliga stríðnum í Ukreina skulu ofrast, einans fyri at caffè latte brigadan í Havn skal fáa sálarbøtur.

Eingin skilur hetta hvørki í Føroyum ella uttanlands.

Jú sjálvandi gloymdu vit Mette & Løkke og teirra ambassadør í Føroyum Sjúrð Skaale.

Lítið er hent í Føroyum seinastu góðu 200 árini, tá ið hetta var yrkt av einari av okkara mætastu tjóðskaparhetju um løgtingið og danska embætismannin, sum stýrdi tí tá. Tá var tingmannatalið 48, sostatt 8 úr hvørjari sýslu.
»Har vóru settir rossleypar fýra ferðir tólv, uttan um lundan girdust teir, sum náttarsólin hálv«.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin