Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kjell Inge Røkke og Hanus Hansen hugnaðu sær óført saman á Tórsvølli ígjár | Mynd: Jóhann Lützen

Stak imponeraður av KÍ og áskoðarafjøldini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.08.2023 - 22:09 Ítrottur Tíðindi Vinna

Kendi vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke var við til dystin í triðja undanumfari til Champions League týskvøldið. Hann er bergtikin av tí, sum norðmenninir Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad hava megnað at gjørt í KÍ, men sanniliga eisini av, at eitt so lítið lokalsamfelag kann hava eitt fótbóltsfelag, sum stendur seg so væl í altjóða høpi og á hægsta stigi.

 

 

- “At ein býur við einans umleið 5.000 íbúgvum megnar at hava eitt lið, sum hevur leverað tað, sum KÍ hevur leverað á einum fótbóltsvølli, er bergtakandi”, segði Røkke við Norðlýsið, og legði afturat, at klaksvíkingar kunnu vera velduga stoltir, og at tað er stak hugnaligt at vitja aftur í Klaksvík. Kjell Inge Røkke og Hanus Hansen kennast væl, og norski vinnulívsmaðurin vitjaði Hanus í sambandi við dystin. Røkke hevur nógv gott at bera Hanusi, og teir hava eisini tosað eitt sindur forrætning undan dystinum, hóast fótbólturin hevur fylt mest.

At Kjell Inge Røkke hevur so tøtt bond til Klaksvíkar hevur gjørt, at hann eisini fær nógvar spurningar um KÍ og Klaksvík. Tað eigur ikki at bera til at fáa eina so greiða og markanta fótbóltsmentan við so lítlum fólkagrundarlagi. Í Noregi leika fleiri feløg, sum hava eitt nógv størri budgett enn KÍ, niðri í 2. deild har.

- “Klaksvíkingar eiga at seta stóran prís uppá, hvat teir hava (KÍ). Tá okkara egna felag spældi seg í Champions League, var tað stuttligt í byrjanini, men tað er neyðugt at blíva við at seta prís á felagið, um prestatiónirnar skulu verða uppaftur størri”, og her kemur Røkke við eini áheitan á KÍ-viðhaldsfólk um ikki at lata neistan kólna.

- “Tað er stuttligt at spæla ímóti størri feløgum, men tað er uppaftur størri at koma til hendan dystin, tá man veit, at allar Føroyar kóka yvir dystin. Tí er hetta ein dystur, eg bara má fáa við”, sigur Røkke. Hann samanber nýggjastu avrikini hjá KÍ við eitt ævintýr, har ein “underdog” hevur vunnið seg upp á hægru røkurnar. “Man kann ikki annað enn taka hattin av fyri, at ein underdog møtir so stórari mótstøðu og kortini klárar at vinna á henni”, sigur Røkke og vísir harvið, at hann hevur størstu virðing fyri KÍ.

 

Frá vinstru: Hanus Hansen, Kjell Inge Røkke, Rúni Heinesen, Leif-Arne Langøy, Magne Hoseth og Tummas Lervig á KÍ loftinum undan dystinum.

 

Kjell Inge Røkke prátaði eina góða løtu við Magne Hoseth, venjara, og sigur Magna vera komnan langt, síðani hann bert var meinigur leikari. “Hátturin Magne hevur arbeitt uppá, er hugtakandi: Hann er róligur, pedagogiskur og greinandi (analytiskur), og mítt inntrykk av leiðsluni av KÍ-hópinum er, at hon er imponerandi.  

Samrøðan varð gjørd áðrenn dystin, og Kjell Inge Røkke segði, at óansæð útfallið av dystinum er tað sera hugnaligt at koma til Klaksvíkar aftur. Røkke hevur synir sínar og nøkur vinfólk við sær á vitjanini og vil vísa teimum runt. Ynskið hjá Røkke var, at MFK (Molde FotballKlubb) fór at vinna, men hann væntaði tað ikki. Her kunnu vit so leggja afturat, at rætt fekk hann í tí. Um orsøkina til, at hann ikki væntaði ein Molde-sigur, sigur Røkke, at við øllum uppbakninginum, sum KÍ fær frá áskoðarunum, er tað sum at KÍ spælir við 12 leikarum.

 

Røkke og kona hansara eru limir í The Giving Pledge hjá Bill Gates og Warren Buffet. Hetta er eitt netverk av sera ríkum vælgerðar gevarum. Limirnir lova at geva mesta partin av teirra ríkidømi til góðgerandi endamál ímeðan tey liva og eftir teirra deyða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mikladalur valdi mest lokalt í Norðoyggj…
- Og so gloymi eg at eta
- Um tit vilja hava uppskrift, ella onkr…
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!