Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast umboð fyri Fluctus og kinversku alifyritøkuna á ráðstevnuni í AquaNor í dag. | Mynd: FLUCTUS

Malvinus í Gong fingið stóran sáttmála í Kina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.08.2023 - 14:05 Tíðindi Vinna

Norska fyritøkan Fluctus kunnger í dag, at fyritøkan skal veita fýra fóðuranlegg til kinverska sílaalifyritøku. Klaksvíkingurin Malvinus í Gong er verkætlanarleiðari og partaeigari í Fluctus.

Klaksvíkingurin Malvinus í Gong stovnaði í 2015 norsku fyritøkuna Fluctus saman við norska starvsfelagnum Runar Hatlevik. Sambært almennum roknskaparupplýsingum umsetti felagið fyri meira enn 260 milliónir norskar krónur í 2022.

Sambært iLaks.no hevur fyritøkan nú gjørt stóran sølusáttmála á fyrsta ráðstevnudegnum á størstu norsku alimessuni AquaNor. 

- Vit gleða okkum til samstarvi við Minze Longyangxia, sum vit fata sum eitt sterkt og spennandi felag. Fluctus kemur við drúgvum royndum og góðum førleikum innan útgerð til aling yvirskipað og fóðringarskipanir ítøkiliga, sigur Harald Lien, dagligur leiðari í Fluctus í einum tíðindaskrivi.

Talan er um tríggjar luftbornar fóðurskipanir og ein vatnborin fóðurskipan. 

Malvinus í Gong telist framvegis millum størstu partaeigararnar í Fluctus. Sambært norskari heimasíðu eigur Malvinus ein sættapart av fyritøkuni. Við ársenda 2022 hevði fyritøkan eina bókaða eginogn á 19 milliónir krónur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt