Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sambært kanning, sum Dimmalætting hevur gjørt, eru bert 31%, ið halda, at Føroyar skulu gevast við samstarvinum við Russland. 47% halda, at vit skulu halda fram við samstarvinum, júst sum m.a. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørdu, tá Sovjett leyp á Afghanistan í 1979. | Mynd: Kringvarp Føroya

Hví skuldi tað ikki borið til at verið uttanveltað?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.09.2023 - 09:50 Leiðarin Politikkur Vinna

”Antin ert tú samdur við okkum, ella ert tú í parti við Putin!”. Hesin óhugnaligi og svart/hvíti retorikkurin hoyrist dagliga frá samgongupolitikarum í Havn, øðrum føroyska fólkatingsliminum og fleiri donskum, eins og frá pørtum av høvuðsstaðarpressuni. Hóast Føroyar ella okkara sameindu ikki eru álopin, krevja mong, at vit skulu gerast ein partur av konfliktini. Hetta undrar, tí áður hevur Løgtingið samtykt at halda seg uttanveltað, og tað hevur eisini verið praksis fram til í dag

 

 

Fiskiveiðiavtalan við Russland/Sovjettsamveldið varð fyrstu ferð gjørd í 1977 av eini stjórn við Atla Dam sum løgmanni, og tað vóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum (tá saman við Fólkaflokkinum) fingu avtaluna í lag umboðandi Føroyar. Bert knapt 3 ár seinni gjørdi Sovjettsamveldið innrás í Afghanistan. Tá kom tað ikki Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldisflokkinum til hugs at seta fiskiveiðuavtaluna yvir stýr vegna innrásina. 

Í 1990 tók Litava loysing frá Sovjettsamveldinum og harvið eisini frá Russlandi. Árið eftir gjørdu sovjettiskar styrkir innrás í Litava. Júst um hetta mundið høvdu vit stjórnarskifti; í fyrru stjórnini sat Tjóðveldisflokkurin og í seinnu Javnaðarflokkurin. Heldur ikki tá reageraði nakar av teimum flokkunum uppá innrásina, og fiskiveiðiavtalan stóð við. Føroyar vóru uttanveltaðar og løgdu seg ikki út í konfliktina. 

19. august í 1970 samtykkir Føroya Løgting, at ”Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum”, og samtyktin verður endurtikin 24. februar 1984. Umframt hetta eru løgtingssamtyktir frá 25. apríl 1959 og 12. mai 1961 um, at Løgtingið mótmælir hernaðarútgerð og hernaðarvaldi at hava tilhaldsstað í Føroyum. Soleiðis hava skiftandi løgting og landsstýri ferð eftir ferð samtykt, at Føroyar skulu haldast uttanfyri kríggj millum onnur lond. 

Tí er tað margháttligt at síggja, hvussu ivrigir núverandi stjórnarflokkar og annar fólkatingslimurin eru at kroysta Føroyar upp í kríggið í Ukraina. Og hátturin, teir gera tað uppá, er onki minni enn ófrættakendur: Antin ert tú í parti við Zelenski ella við Putin. At vera uttanveltaður ber brádliga ikki til longur, hóast vit hava verið tað fleiri ferðir fyrr undir somu umstøðum, og hóast Løgtingið meira enn einaferð hevur samtykt, at tað skulu vit vera.

Líkt er til, at tað, at føroyskir politikarar sita forskansaðir í sínum fílabeinstornum í Tórshavn og Keypmannahavn, hevur fremmandagjørt teir fyri týdninginum av fiskivinnu og fiskiveiðuavtalum fyri føroyska vinnulívið og samfelagið. Tá teir samtykkja havnarstongslar, so merkja teir og teirra nærumhvørvi tað ikki sjálvi. Tú sært ikki út á tey tómu havnarløgini á Skálafjørðinum úr vindeygunum í Tinganesi ella Christiansborg, og teirra egna løn fer bara ein veg, ið er uppeftir. Lætt er at hava sterkar meiningar, tá tær eru ókeypis fyri ein sjálvan. 

Sjálvandi er tað í lagi, at onkrir føroyskir politikarar og miðlar vilja velja síðu í kríggjum kring heimin. Men tað er ikki í lagi at gera, sum teir gera, og siga at teir mongu føroyingarnir, sum vilja vera uttanveltaðir og halda okkum uttanfyri kríggj millum onnur lond, harvið hava valt hina síðuna, í hesum føri Putin’sa. Her ríða teir sera niðarlaga – fyrst og fremst tí tað als ikki er satt! 

Skrivað í vón um eitt meira sømiligt og nuanserað orðaskifti um hetta álvarsmálið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…