Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Hans Ludvig Djurhuus og Rói Clementsen | Mynd: kbi.fo

Sølumaður útlærdur á KBI

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.09.2023 - 18:01 Tíðindi Vinna

Hans Ludvig Djurhuus hevur í dag fingið lærubræv sum sølufólk á KBI

Í viðtalu við Norðlýsið sigur Rói Clementsen, stjóri á KBI at Hans bað um arbeiði á KBI sum smádrongur og hevur verið har síðani. Hann mátti tó taka FHS í eitt ár, men tá arbeiddi Hans hjá KBI um kvøldarnar. 

Hjá okkum hava vit útlært sølufólk í handlinum og eisini skrivstovufólk á skrivstovu okkara, upplýsir Rói. Vit hava umhugsa at fingið ein lásasmið í læru, men enn væntar tann útbúgvingin í Føroyum. Vit keypti eina lásasmiðju herfyri, sigur Rói. 

 

Trupult at fáa lærlingar

Annars er tað trupult at fáa lærlingar í hesum døgum. Vit hava júst søkt eftir lærlingum og fingu ongan. Eg havi tosa við aðrar arbeiðsgevarar, ið hava søkt leingi, men tað gongur illa at finna lærlingar. Tað er einki arbeiðsloysi og tey ungu leypa útbúgvingina um og fara beint á arbeiðsmarknaðin við fullari løn. Men sjálvandi vendist gongdin og tá er ikki so smart at standa uttan útbúgving, sigur Rói. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…