Lýsing
Lýsing
Lýsing
Allar ættin fáa eina løtu í vikuni, sum stendur fyri framman. | Mynd: Jóannes Poulsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.09.2023 - 19:06 Tíðindi Veðrið

Í byrjanini av vikuni fer veðrið at vera myndað av einum lágtrýsti, sum fer eystureftir beint norðan fyri Føroyar. Tá ið lágtrýstið er so nær, fer ættin í Føroyum at vera skiftandi, tað sæst í forsøgnini fyri mánadagin og týsdagin niðanfyri.

Í miðvikuni fer eitt hátrýst við góðum veðri at leggja seg yvir Føroyar, men tað ger skjótt av og má víkja fyri einum nýggjum lágtrýsti, sum fer eystureftir beint sunnanfyri.

Næstan allar ættir vera at merkja hesa vikuni.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Um náttina eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um morgunin og fyrrapartin gongur hann upp í vestan, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing og um kvøldið upp í norðan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 8 til 11 stig.

Týsdag: Um náttina og fyrrapartin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið, men út á fyrrapartin turrari. Seinnapartin minkandi vindur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, meðan ættin gongur niður í landnyrðing. Um kvøldið lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.   

Mikudag: Um náttin eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, sum út á morgunin og fyrrapartin lækkar niður í sunnan. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin lot til frískt lot sunnan, seinni av landsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin fer úr 5 stigum á morgni upp í 11 stig seint seinnapartin.

Hósdag: Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin og frameftir frískur vindur upp í ein strúk eystan og av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og løtur við regni, serliga sunnanfyri. Hitin 6 til 10 stig.

Fríggjadag: Frískur vindur upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Út á dagin minni vindur. Hitin 5 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…
Vit mugu betra um viðurskift­ini hjá fólk…
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…