Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna í kvøld

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  18.03.2026 - 07:30 Ítrottur Tíðindi

Mikukvøldið kl. 19 verður fyrsta FM-finalan í Hotel Djurhuus deildini spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík millum Mjølnir og SÍ

 

Mjølnir endaði ovast í landskappingini, trý stig frammanfyri SÍ, og hevur tí heimavøll í fyrstu finaluni.


Eftir at hava tapt fyrsta dystin í kappingini fyri Fleyr, vann Mjølnir restina av dystunum í kappingini undantikið tann allar síðsta, sum var í Sørvági seinasta mikudag, har SÍ vann 3-1. Settini endaðu  25-23, 26-28, 25-13 og 32-30, so tað kundi bent á, at vit fáa eina sera spennandi finalu.


SÍ tapti fýra dystir í landskappingini; tveir fyri Mjølni og ein fyri TB og Fleyr.


Mjølnir vann sítt seinasta føroyameistaraheiti í 2020; tað 21. í røðini. Tað árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á koronustøðuna, sum tá var. Avgjørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið.


Tí er hetta fyrstu ferð síðan 2014, at Mjølnir spælir FM-finalur. Tá vann Mjølnir 3-1 og 3-2 á Fleyr.


SÍ var seinast føroyameistari í 2023, tá sørvingarnir vunnu 3-0 á Fleyr í báðum finalunum og vunnu sítt fimta føroyameistaraheiti. Tað var samstundis finala nummar 202 hjá venjaranum, Rajko Petrovic, fyri SÍ á ymsum stigum. Hann gavst eftir dystin og fór til Serbia at vera venjari, men hetta kappingarárið vendi hann aftur til SÍ, og er aftur í finaluni.


Onnur finalan verður spæld á Giljanesi 22. mars.


Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld í Klaksvík 28. mars. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…
Vit mugu betra um viðurskift­ini hjá fólk…
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…