Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Hvør hevur víðka Akursmørkina innangarðs?

SKRIVAÐ: Jógvan Ravnsfjall  |  18.03.2026 - 05:42 Lesarabrøv Mentan

Í síðstu viku hevði Tórður Mikkelsen, sum altíð, áhugaverda sending úr Klaksvík, har hann var á túri saman við Rana Nolsøe í Klaksvík og evnið hesuferð var standmyndir, har teir báðir vitjaðu nakrar av standmyndunum í býnum, haldi Rani nevndi, at tær eru 16 í tali.

 

 

Tað sum eg serliga legði til merkis var, at Tórður tvær ferðir segði, at standmyndin av Jógvan Waagstein stendur í Akursmørk, og Rani nevndi hetta eina ferð.

Staðið, har sum standmyndin av Jógvan Waagstein stendur, hevur ongantíð verið kallað Akursmørk, men frá gamlari tíð hevur tað verið kallað Yviri á Bø, sum fevndi um ein stóran part av bønum í Vági innangarðs ella meira neyvt Yviri á Grundum. Hetta, tí at tað í farnari tíð vóru toftir har eftir fornari búseting, møguliga elsta búsetingin á Eiðinum áðrenn fólk hava sett búgv í býlinginum í Vági og aðrastaðni við Eiðið. Hetta kom eisini til sjóndar, tá ið koyrivegur varð gjørdur úr Vági yvir á Biskupsstøð í 1950-60 árunum. Tá sást undir útgrevstrinum vøkur grótlaðing, líknandi sum eitt grótlagt gólv.

Fyri átta árum síðani gjørdi Klaksvíkar kommuna eina lund oman móti sama koyriveg, fram við Ósánni og nakað niðaneftir, júst á hesum staði Yviri á Grundum. Tá var hetta forna økið grivið upp, endavent og fornfrøðiliga oyðilagt, so tað í dag ikki ber til at staðfesta, hvørjar toftir hava verið har. 

Klaksvíkar kommuna navngav hetta økið Lundin á Akursmørk, hóast tað als ikki er í Akursmørk, men Yviri á Grundum. Akursmørk er nakað væl sunnari enn henda lundin er.

At nú fólk eru farin at kalla hetta staðið, Yviri á Grundum, fyri Akursmørk, má vera komið av tí, at Klaksvíkar kommuna hevur navngivið hetta staðið fyri Akursmørk, og soleiðis flutt navnið Akursmørk heilt oman móti koyrivegnum úr Vági yvir á Biskupsstøð.

Sostatt er tað Klaksvíkar kommuna, ið hevur valt at víðka og flutt heitið Akursmørk innangarðs, og sostatt fer navnið Yviri á Grundum í gloymskuna millum klaksvíksingar og føroyingar annars.

 

Jógvan Ravnsfjall

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum