Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Arge fer til Íslands við síni 9. krýniku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2023 - 13:54 Mentan Tíðindi

Tey fóru til Íslands, er 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar.

 

 

Eisini tekur Jógvan Arge í aftur húsagangin í 1992, ið eisini varð viðgjørdur í Mín krýnika 8. Marita Petersen sigur frá upplivingini at taka við sum løgmaður í einum trotabúgvi, sum danska stjórnin umsat. Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá sínum royndum í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar.


Men høvuðsdenturin í nýggjastu bókini er samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt samstarv, ið báðir partar hava fingið nógv burturúr, og lært nógv av. 


Føroyski fiskiskapurin í Íslandi tók seg upp, stutt eftir at einahandilin var niðurlagdur í 1856. Bókin lýsir tíðarskeiðið, við frásagnum frá bæði kvinnum og monnum. 


Umstøðurnar broyttust hjá føroyska fiskiskapinum, tá Ísland fekk fullveldi í 1944. Íslendski flotin varð endurnýggjaður, og fleiri føroyingar fóru at sigla við íslendskum skipum, tey vánaligu árini í Føroyum í 1950unum.


Nógv var lagt fyri, og bókin gevur innlit í ræðandi vandaferðir orsakað av illveðri, frosti og kavaroki. Teir flestu vunnu heim, men ikki allir. 


Við spennandi frásagnum gevur bókin innlit í livikor í einum tíðarskeiði, har lívsvandi ongantíð var meira enn eina armslongd burturi.


Bókin fast í bókasølunum kring landið og kostar 299 kr. 

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna