Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ekliptika

Alex Sólstein: Brot úr endurminningum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2023 - 08:34 Mentan Tíðindi

 

(Grein úr blaðnum)


Tað var eingin skúlagongd, tað sum eftir var av árinum 1941, tí bæði børn og lærarar vóru flýdd av bygdini. Vit fóru yvir til Húsar og búðu hjá Jógvani á Heyggi. Magnisa Jacobsen, lærarinnan, var eisini yviri á Húsum, og hon hevði skúla við okkum í skúlanum á Húsum seinnapartin, og vit vóru so nógv børn úr Klaksvík at skúlastovan var full. Men vit dvaldu ikki leingi har yviri, tí vit eru aftur longu ein av fyrstu døgunum í november; og eg minnist, hvussu djúp 4 holini vóru eftir bumbunum í Vági, eisini hvussu svartur allur bøurin var av mold frá álopinum.

Sum nenvt var eingin skúlagongd fyrr enn nakað inn í 1942. Tá var skúlagongd um kvøldarnar. Eitt kvøldið komu boð niðan í skúlan, at ein mina varð rikin á land niðri á Sandi, so vit skuldu ganga niðan í Gerðar og runt um Stóraeið, og næmingarnir úr vestara armi skuldu ganga niðan móti garðinum og úteftir. Tað var ikki bara sum at siga tað, tí bølamyrkt var, tí øll bygdin var myrkaløgd. Men vit høvdu vant okkum við at ganga í myrkri. Eg minnist at veðrið var sera keðiligt hetta kvøldið og nógvur vindur. Tí tá vit komu niðan í Gerðar vóru telefonleiðingarnir niðurdotnir, so vit gingu og tvassaðu uppi í teimum. Men til hús komu vit so. 

Tá vit skuldu til roynd at sleppa í millumskúla, minnist eg at royndin fór fram í Vevskúlanum úti í Grøv, ti hetta var um dagin, og tá tordu fólk ikki at vera heimi í skúlanum.

Men so við og við kom alt aftur í gamla lag, og eg minnist einki til, at vit manglaðu nakað serligt undir krígnum. Tað vóru skamtingar á sukri, margarini, te, kaffi og sápu, men ikki so teprar. Viður fekst ikki, so vit fingu ikki nokk at telgja ella fáast við at byggja nakað. Skógvar var ikkki lætt at fáa fatur á, so í onkrari skúlaprotokoll stendur, at barnið ikki fekk komið í skúla, tí tey áttu ongar skógvar. Seinni fór onkur at gera skógvar úr rágummi, sum rak á land í stórum ballum.

Men hóast lítil vandi var á landi, so mikið størri var hann á havinum. Tað var ofta, at tú hoyrdi um álop á skip, og at skip vóru farin av krígsávum, av minum, kavbátum og flúgvarum.

At skip fórust hevði sína ávirkan á hugalagið í bygdini. Eg minnist, at pápi og eg fóru okkum ein gongutúr um Stóra Eið; hetta hevur verið seinnapartin ein sunnudag á vári 1941, og vit møttu Sámal Júst í Gerðum, abba Sámal Júst, læraran. Teir báðir pápi fóru at tala saman, og teir vóru sera álvarsamir, og sum eg skilti, so var tað um eitt skip, sum eingin hevði hoyrt frá, og eg helt meg hoyra teir siga, at nú var so long tíð fráliðin, at neyvan var vón um, at teir komu afturíaftur. Skipið hevur verið Ekliptika.

 

Heinkel 111 bumbuflogfar hjá Luftwaffe. Tað verður mett at eitt slíkt bumbaði og søkti Ekliptiku

 

Sámal Júst var sjálvandi sera tungur í huga, tí við  har átti hann sonin Jógvan Ziska, sum var giftur við Onnu undir Heygnum, og dóttir hansara Oluffa átti mann og svág, Jógvan Ziska Dahl og Thorstein Dahl, so har fóru fýra av hansara allar nærmastu, og eftir sótu Oluffa dóttirin ið trimum børnum og Anna svigardóttirin við fimm børnum, Anna svigardóttirin misti eisini beiggjan Jógvan Heinesen, sum átti Ekliptiku, og eftir hann sat einkja við seks børnum.

Eg helt meg merkja at tað lá ein sorgardámur yvir bygdina. Skaldið J. H O. Djurhuus búði um hetta mundið í Klaksvík, og hevur hann í yrkingini “Eitt summarkvøld í Klaksvík 1941” vakurt lýst tann lagdám og tað makabra hugalagi, sum kríggið førdi við sær:


Oyrafjall í koparloga

Háfjall litað sum stáli

Hálgafelli í smædnum roða

Klakkur av síðstu strálu

heilsast frá sólsetursdráli –

Kunoyggin fjarblá, á toppinum snjó –

Borðoyarfjall, Borðoyarfjall fargað sum blóð

Rust ella glóð.


Vágurin allur í svartastilli,

Stásilig havfør har flóta,

Komin aftur av vandaferð villu

Har flogfør froysa og róta,

Gotrini duna, og kavbátar skjóta-

-bárur blóðigar bróta.


Tó fer um bygdina látur

-lættur og kátur-

Sveima millum og snóta;

-tey dansa, flenna og blóta


Lurta, lurta – eitt ljóð er enn,

Tað er barna- og einkjugrátur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Misvísandi tíðindi frá Kringvarpi­num og…
Sambands­flokku­rin við uppskoti um Nýtt S…
OL París: Sverri í kvartfinaluni
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST