Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hópurin kemur til Slovakia í dag

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  20.09.2023 - 10:42 Ítrottur Tíðindi

Veðrið í Slovakia er sera gott, men hitin verður helst ikki so høgur, at hann kemur at darva okkara leikarum. Væntandi verður hitin um 22 stig, tá ið KÍ ferð á vøllin í morgin.

Í gjár møtti fyrstu partur av hópinum hjá KÍ í Bratislava. Tað vóru teir báðir Heni Vatnsdal og hjálparvenjarin Daniel Berg, og longu mánadagin var samskiparin av KÍ ferðini komin til Bratislava, fyri at tryggja sær, at allar fyrireikingarnar vóru tilreiðar til KÍ-hópin.

Í dag hevur KÍ fyrstu venjingina á vøllinum og í morgin skulu teir í eldin í fyrsta søguliga dysti í evropeiska bólkaspælinum.

Tað verður ómetaliga spennandi at fylgja teimum á hesi ferðini, sum uttan iva fer at verða hørð, men eisini spennandi og gevandi.

Dysturin hjá KÍ verður ikki vístur í Kringvarpinum á hesum sinni, men til ber at síggja dystin á TV2 Play.

Dysturin byrjar hóskvøldið kl. 20.00.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…