Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mowi besta lønsemi í Føroyum í ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.09.2023 - 10:52 Tíðindi Vinna

Í nýggjum yvirliti frá norska stórbankanum DNB sæst, at Mowi Føroyar hevði besta lønsemi av føroysku alifyritøkunum í øðrum ársfjórðingi í ár.

Greinarar hjá bankum og børsmeklarum gera regluliga yvirlit yvir lønsemi í teim alifyritøkum, ið eru børsskrásettar. Børsskrásettar fyritøkur almannakunngera útgreinaði roknskapartøl hvønn ársfjórðing. Og í einum yvirliti frá norska stórbankanum DNB sæst, at Mowi Føroyar liggur á einum samlaðum triðja plássi av øllum teim greinaðu alifyritøkunum. Yvir 50 norskar krónur fyri hvørt kilo áðrenn rentur og skatt gav alivirksemi hjá Mowi Føroyum. Tað svarar til 33 føroyskar krónur/kg.

Føroyska alivirksemi hjá Bakkafrosti hevur annars javnan ligið heilt í topp, men hesaferð liggja tey nummar 7 á yvirlitinum fyri annan ársfjórðing 2023 við einum lønsemi á góðar 25 kr/kg í okkara pengum. Hinvegin liggur skotska alivirksemi hjá Bakkafrosti á einum 20. plássi.

Triðja føroyska alifyritøkan Hiddenfjord er ikki børsskrásett og almannakunnger heldur ikki roknskapir fyri hvønn ársfjórðing, tí ber ikki til at vita, um lønsemi teirra er betur ella verri enn hjá Mowi Føroyum. 

Í stuttari viðmerking til Norðlýsið sigur Hans Jakup Mikkelsen, stjóri á Mowi Føroyum, at hann er væl nøgdur við gongdina, og at Mowi hevur dugnalig fólk á øllum økjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum