Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærumhvørvið og eg!

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  20.09.2023 - 13:59 Mentan Tíðindi

“Virkið Heyst” í Klaksvíkar kommunu byrjar mánadagin í dag og heldur fram alla vikuna

 

 

Hetta er yvirskriftin á ABC-vikuni hjá Fólkaheilsustýrinum, og verður eisini brúkt í “Virkið Heyst”-skránni hjá Klaksvíkar kommunu. Í ár ynskir Fólkaheilsustýrið m.a. at røkka ungum í aldrinum 16-22 ár. Hetta sæst eisini aftur í Virkið Heyst-skránni, sum bæði hevur tilboð til ung og setur sjóneyku á trivnað, ynskir og nøgdsemi hjá ungum. Harumframt eru nógv onnur tilboð til allar aldursbólkar.

 

“Virkið Heyst” í Klaksvíkar kommunu byrjar mánadagin 25. september og heldur fram alla vikuna.

Nevnast kunnu yoga, saunagos og ísbað, har tilboðini verða skipaði til bæði ung og eldri. At dyppa í Borðoyarvík er ikki nýtt, ei heldur tilboðið um saunagos. Tó so er tað ikki á hvørjum degi, at til ber at fara í saunagos og ísbað á Borðoyarvík. Til ber at melda seg til saunagos og ísbað á atgongumerki.fo

Hugnaligur túrur verður fyri familjuna út í Grøv, og aftaná túrin verður grillað snobreyð uttanfyri hjá grønu skótum, og á bókasavninum verður skipað fyri bóka-kondibingo fyri yngru børnini.

Flestu tilboðini eru skipað í samstarvi við áhugafeløg, fyritøkur og stovnar. M.a. kann nevnast ein stuttligur rørslutími saman við Treysti og Javna, har TrøllaPætur og Omman fara at stuttleika sær saman við øllum teimum, sum møta á rennibreytini.

Eisini í fimleikarhøllini á Skúlatrøð verður skipað fyri einum spælitíma, har pápar kunnu koma við børnum undir skúlaaldur. Tað er Gigni, sum stendur fyri hesum tilboðnum.

Virkishúsið Smæran, Norðoya Heimavirki, Eldraráðið í Norðoyggjum, Fullpower, Íðka, Norðoya Gongufelag, Christianskirkjan, Húsarhaldsskúli Føroya, Klaksvíkar Ítróttarfelag og Klaksvíkar Dansifelag bjóða eisini til spennandi og áhugaverd tiltøk hesa vikuna. Felags fyri øll er, at lagt verður upp til at vera saman, virkin og hugbundin.

Endaliga skráin verður tøk í morgin 20. september. 

 

Spennandi framløgur og fyrilestrar 

Mikukvøldið 27. september kl. 19.00 verða áhugaverdar framløgur og prát um trivnað og sálarliga heilsu hjá ungum.

Monika Mohr og Annika Helgadóttir Davidsen fara at leggja fram eina kvalitativa kanning, sum varð gjørd fyri Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið) og snýr seg um, hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Og Heri á Rógvi, Lóður, fer at kaga í borgarakanningina hjá Klaksvíkar kommunu, har hann serliga hyggur at, hvat ung í aldrinum 18-34 ár hava svarað í kanningini. Okkurt bendir á, at tað saktans kann vera ein samanhangur millum hesar báðar kanningarnar.

 

Fyrilesturin er almennur og verður á Tekniska skúla í Klaksvík.

Mánakvøldið 25. september kl. 20.00 verður sjóneyka eisini sett á unga aldursbólkin, tá ið studentapresturin Ann Hermansdóttur fer at greiða frá, hvussu samkomur og Fólkakirkjan møtir Generatión Z (árgangur 1996-2012). Framløgan er partur av arbeiði, sum Ann hevur gjørt í síni farloyvistíð, sum m.a. staðfesti, at ung hava tørv á at hava góðar fyrimyndir í sínum gerandisdegi. Tiltakið verður í KFUM, og øll eru vælkomin.

 

Lív og Tróndur konsert í Nólsoyar Páls húsinum

Tey flestu munnu kenna lagið “Lítli fuglur”, sum Lív og Tróndur hava umsett til føroyskt, og sum í 2020 varð valdur til ársins útvarpshitt. Leygarkvøldið kl. 21.00 verður høvi at hoyra tey framføra “Lítla fugl” og fleiri onnur góð løg, tá ið tey fara at hava konsert í Nólsoyar Páls húsinum. 40 pláss eru til konsertina, og til ber at tryggja sær pláss á atgongumerki.fo.

Aftan á konsertina er eisini møguligt at spáka sær yvir á Fríðu Kaffihús, sum hetta kvøldið hevur kvøldaropið. Nærri kunning um øll tiltøkini verður á klaksvik.fo í morgin. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið