Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjar tíðir hjá P/F Reyni Service í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.09.2023 - 14:33 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í 2005 læt tann lokala bilasølan Reyni Service upp í Klingrugarði í Klaksvík. Tað eru sostatt 18 ár, síðan hurðarnar lótu upp. Umframt at selja bilar hevur Reyni Service eitt stórt verkstað við 4 lyftum. Tey seinnu árini eru fleiri útbyggingar og dagføringar gjørdar á verkstaðnum, eitt nú Hevur Toyota nú væl útbygt sokallað “Dekkhotel”

Jan Jacobsen, sølumaðurin, er av teirri fatan, at fólk í Klaksvík eru glað fyri Reyni Service, men ásannar, at trýstið á verkstaðnum er blivið nógv størri tey seinastu árini. Hetta er sjálvandi tí, at fleiri bilar eru á vegunum, og tað er bara gott, sigur hann.

Jákup Hansen, verkstaðsleiðari, hevur havt sera nógv um at vera hesa seinastu tíðina, og hetta hevur millum annað ført við sær, at serliga kundar í telefonini eru forsømdir. Tí eru vit sera glaðir fyri at hava fingið Harriet Lydersen við í toymið. Nógv starvsfólk eru komin og farin tey seinastu 18 árini, men ongantíð áður hevur ein kvinna starvast her.

Harriet er sett í starv sum móttøkufólk og skal í høvuðsheitum taka sær av kundum, sum koma inná gólvið, og ikki minst taka ímóti kundum, sum eru í telefonini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Brutu verkfalsrættin og orðloys­ingar
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Lýsing