Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  21.09.2023 - 16:59 Mentan Politikkur Vinna

Nú landsstýrið leggur seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið, er hugaligt at hoyra um ætlanir at byggja nýggja ferju til kalsoyarleiðina. Vert er tó at vísa á, at neyðugt er við nógv fleiri túrum, um oyggin skal fjølgast, og vaksandi ferðafólkastreymurin stýrast við skili

 

 

Sam, ið røkir siglingina í Kalsoynna, er væl egnaður til endamálið. Ein avbjóðing er tó, at Sam liggur við bryggju stóran part av degnum, heldur enn at sigla við fólki, akførum og farmi.

Orsøkin er, at játtanin til raksturin er ov lág.

Altjóða- og innlendis krøv um hvílutíðir hjá manningunum, gera tað ógjørligt at økja um túratalið við verandi játtan.

Skal oyggin fjølgast og vaksandi ferðafólkastreymurin stýrast við skili, er neyðugt við nógv fleiri túrum.

 

Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð

Verður góð millión eyka játtað til raksturin, og manningin økt við einum, á hvørjari vakt, ber til at sigla í pendulfráferðum um Kalsoyarfjørð.

Avbjóðingarnar við hvílitíðunum verða beindar av vegnum, tí manningin, sleppur undan at skeiða út ávísar tíðir á degnum, og kann ganga skiftivaktir og hvíla umborð.

 

Útlendingar yvirtikið farleiðina

Í nøkur ár hava dugnalig starvsfólk í VFI marknaðarført Føroyar, sum ferðavinnuland. Tað hevur havt við sær skjótt vaksandi ferðafólkatøl. Kalsoyarleiðin hevur av álvara merkt avleiðingarnar.

Oyggin er vøkur og áhugaverd at vitja, ikki minst hjá útlendingum. Av tí sama hava útlendingar yvirtikið farleiðina vár, summar og heyst.

Dekkið er stúgvað av leigubilum, bussum og útlendskum ferðafólkum frá morgni og út á seinnapartin. Ongar ábendingar eru um, at ferðafólkatalið fer at minka, heldur øvugt.

 

Oyggjabúgvar og føroyingar mugu við í raðfestingarnar

Eitt er at hjúkla um útlendsk ferðandi og ferðavinnuskrivstovur á fastlandinum. Annað aðalmál má vera at fáa oyggjabúgvar og føroyingar, sum ynskja at ferðast millum oyggjarnar við í raðfestingarnar. Tað kann millum annað gerast við øktum túratali.

Tá verður eisini betur grundarlag hjá lokalum at bjóða góð ferðavinnutilboð til gestirnar.

At byggja nýggjar ferjur at svínabinda, er eingin fynd í.

Tí er at vóna, at landsstýrið og Løgtingið raðfesta hægri rakstrarjáttanina til Sam, samstundis sum nýggj ferja verður bygd!

 

Útlendingar fíggja meirkostnaðin

Tað er gott fyri oyggjarnar, har ikki er landfast, at ferðaseðlakostnaðurin er lágur. Tó ber til at lata útlendingar gjalda meir, uttan at gera seg inn á hug teirra at ferðast. Ein háttur at fíggja part av meirkostnaðinum av øktum túratali, er at lata útlendingar gjalda meir.

 

Bjørn Kalsø

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…