Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein vælbjargaður fátækraklassi - tađ er tað, lærarin er endaður sum...

SKRIVAÐ: Agga Niclasen  |  22.09.2023 - 15:13 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Byrjunarlønin hjá lærarum er gott og væl 28 túsund og 400 krónur. Byrjunarlønin hjá heilsurøktarum er gott og væl 30 túsund krónur. Eg. Meini. Tað.


Tann eina útbúgvingin dregur út í fýra ár, og er rættiliga trupul at koma ígjøgnum. Og inn á. Hin, hinvegin, dregur út í ikki eingong tað hálva av hesum, og er ikki trupul at koma ígjøgnum. Ella inn á.

Gamaní, kanska ringur stílur at bera saman fakbólkar á henda hátt, men hetta er, fyri tað, viktugt at fáa við inn í líkningina. Veruleikin er jú, at okkara løn stendur í stað, tí lønin hjá øðrum skal upp á okkara støði. Hetta er ótespilig atferð, tí tað eigur vælsaktans at vera akademisk formáan, 'erstatttiligheit' og vunnin rættindi, sum gera lønina. Men so er ikki.

Tí, tíverri, er samanberingin neyðug, tí samanberingin er av fyrstan tíð púra burturvið.

Eg tori at hevda, at á øllum omanfyrinevndu økjum trumfar læraragerningurin tann hjá eitt nú heilsurøktarum, eisini øðrum fakbólkum, sum vit so ofta, og so púra vitleyst, verđa sett í samband viđ. Og væl tað.

Ikki tí, ađrir lærarir og eg unna øllum føroyingum rímilig livikor. Sjálvandi. Serstakliga, nú handilslíviđ fullstendiga ósmæđiđ hóreiggjar sær viđ hálvvankađum prísum.

Og í sjálvum sær leggi eg líka í lønina hjá øðrum. Men tað geri eg ikki, tá lønin hjá okkum lærarum, hvørs arbeiđi, bæđi intellektuelt og sosialt, er í eini heilt ađrari liga enn hjá teimum, ið partú skulu samanberast við okkum lærarar, er endað sum ein lodrøtt joke.

Vit ansa ikki børnum eins og námsfrøđingurin ger. Vit veita ikki óhjálpnum fólki røkt eins og heilsurøktarin ger.

Vit eru ikki umsorganarfólk, og vit vita kanska ikki alramest um føroyskt og støddfrøđi, men vit vita alrabest, hvussu vit miđla hesi fak og vitan, hvussu vit miðla førleikar og mentaskap, henda lærdóm, iđ er sjálv grundin undir barnsins víđari leiđ í lívinum.

Ikki tí, oftari enn ikki, og oftast einsamallur viđ 24 totalt forskelligum børnum í einum lokali ikki nógv størri enn ein barnagarđsstova, veitir lærarin hard core umsorgan og minutiøsa uppaling og upplæring í demokratiskum og medmenniskjaligum siđvenjum... umframt, sjálvsagt!, at læra frá sær.

Men, bíða nú!, har er meiri afturat, tí omaná alt hetta er ein asins rúgva av pappírsarbeiði og pappírsflytaríi, tað veri til Barnavernd og SSP, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Undirvísingarstýrið og eina røð av øðrum stovnum, sum allir nerta ella halda seg nerta við barnsins skúling. Ja, og so tvungin skeið.

Politikarir, í teirra pínliga orðaskvaldri, siga seg vita, hvat skal til fyri at ansa børnum: lønin skal upp.

Politikarir vita eisini, hvat skal til fyri at ansa gomlum: lønin skal upp.

Men politikarir vita opinberiliga shite um fólkaskúlan og ta óhoyrt ógvusligu arbeiðsbyrðu, ein lærari, fyri ikki at tala um flokslærari, er fyri.

Grundin, annars, til júst hesa lønarvælvild, umframt góð fakfeløg og forskammaða undirmeting av tí arbeiði, ein lærari stendur fyri í dagsins samfelagi, er henda: vit mangla fólk.

Well, tað er lunkað og hálvtóm frágreiðing; men, ókey, lat okkum bara spæla við: tað ger føroyski fólkaskúlin eisini.

Og vit fara at mangla heilt forbiið nógv fólk, serliga mannfólk, um landið og fakfelagið ikki taka seg saman og geva lærarum eitt lønarlyft ella lønarhækkan, sum einki fordømi hevur. Heilt óluksáliga skjótt eisini, tí lønin, vit fáa, stendur á ongum mótum arbeiðsbyrðuni og kompetansuni kurl.

Lønin er, rætt og slætt, ærumeiðandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…