Lýsing
Lýsing
Lýsing
Meðan útmeldingar um t.d. Suðuroyartunnil og ferðaseðlaprísir við SSL floyma úr Fiskimálaráðnum uttan at verða vendar í samgonguni frammanundan, tykist stórmálið um Barentshavs-sáttmálan onga raðfesting at hava. Mangt bendir á, at prioriteringarnar í ráðnum eru skeivar.

Takið so hasar avgerðirnar!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2023 - 11:34 Leiðarin Politikkur Vinna

At fimm hundrað til sjey hundrað starvsfólk ikki vita um tey hava nakað arbeiði aftaná árskiftið, og at politiska avgerðin um hetta verður útsett ferð aftaná ferð aftan ferð, er farið at líkjast sálarligum harðskapi ímóti verkafólki og fiskimonnum.

 

Famvegis vita tey 400 fólkini á Glyvrum ella sjómannafamiljurnar við sjómanni m/k í Barentshavinum ikki, um tey eru keypt ella seld. Um tey hava eitt arbeiði í 2024 ella ikki. Høvdu tey um ikki annað bert fingið fráboðanina, so høvdu tey rímiliga tíð til at søkja onnur størv, um nú avgerðirnar í Tinganesi skuldu verið tær ringast hugsandi. Men har valdar fullkomið atgerðarloysi í Nesinum, letur tað til.

Prísirnir á mati og bústøðum fara bara ein veg, og tað er til himmals. At gøllhalda hesum hundraðtals fólkunum í óvissuni um, at tey møguliga verða arbeiðsleys aftaná nýggjár og ikki longur hava ráð til nær námind tað sama sum teirra lønandi arbeiði nú gevur teimum ráð til, er sera slítandi psykiskt; tað áttu øll at vita.

Sjálvandi eru hetta torførar avgerðir, men samgongutingfólkini og Landsstýrið hava sjálvi bjóðað seg fram, og ført seg fram sum um hetta var nakað, tey vóru før fyri at loysa. Hvørki málið er nýtt ella knappliga íkomið av óvart. Málið um Russlandssáttmálan er – sambært samgonguni sjálvari! – langt síðani kannað bæði út í æsir og í dýpdina. Fyri 3 vikum síðani boðaði løgmaður frá, at nú skuldu tað ikki ganga nógvar vikur afturat, men enn frættist onki.

Í staðin fyri síggja vit, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir við nøkrum so ikki-akuttum sum ferðaseðlaprísum við Strandferðsluni. Men hóast tað onki sakar at bíða við tí málinum, so langar hann tað sum ein onnur kúgv í stiga út ófyrireikað og er um reppið at fáa eitt misálit frá sínum egnu, hvareftir hann dregur í land og sigur seg fara at arbeiða við at broyta tað. So vita vit í øllum førum, hvat tíðin verður brúkt uppá í Fiskimálaráðnum. Men eisini, at prioritetirnir har liggja á púrasta skeivum staði.

Hitt málið um tøkugøldini og tey 400 arbeiðsplássini á Glyvrum er kanska ikki væl kannað, men landsstýrismaðurin har hevur kortini sagt at ein loysn er á veg – hvørjum bíða vit so eftir?

Jólini eru í hondum, og fólk mugu hava at vita um tey kunnu brúka tað sama sum vanligt til jólagávur og -hald, og um tey hava tað sama at liva fyri í januar. Ella um tey mugu innstilla seg uppá bert at hava arbeiðsloysisstuðulin at taka til aftaná árskiftið.

Hóast undanførslurnar eru nakrar heilt aðrar (um lógarteknikk), er veruliga orsøkin uttan iva tann, sum vit øll gita, nevniliga at løgmaður ikki megnar at telja upp í 17, men vil fyri alt í verðini ikki taka avleiðingarnar og fara frá, so kortini kunnu blandast av nýggjum. Og tað er heldur ikki neyðugt. Løgmaður kann blíva sitandi, saman við fiskimálaráðharranum og vinnumálaráðharranum, um hann bert tekur avgerðina um at leingja Russlandssáttmálan eitt ár og leggur tøkugjøldini á ís. So kann árið 2024 brúkast til at finna hasi seytjan fólkini, sum hann ikki fann í ár. At sleppa undan at taka avgerðina í ár smakkar uttan iva samgongu-forfólkunum væl, hóast tey aldrin fara at viðganga tað, og so er vinnan fyribils bjargað og kann geva hesum fólkunum sítt livibreyð komandi ár eisini.    

Tí tað sømir seg ikki at halda hesum menniskjunum á pínubonkinum longur, harra løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka