Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tey fylla ikki nógv, avgreiddu málini hjá samgonguni í tingsetuni higartil. Einans 3 smámál eru avgreidd, meðan stórmál, ið høvdu deadline í september, oktober og "í heyst", framvegis liggja óloyst | Mynd: logting.fo

Hvat fær samgongan tíðina at ganga við?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.11.2023 - 11:27 Leiðarin Politikkur

Norðlýsið hevur kagað í yvirlitið hjá Løgtinginum yvir samtykt lógaruppskot, sum eru komin frá samgonguni hetta valskeiðið. Tað er ikki drúgvur lesnaður.

 

 

Lat tað verða sagt beinanvegin, at hvat viðvíkir ceremoniellum skyldum, so liggur parturin hjá Landsstýrinum avgjørt ikki eftir. Tvørturímóti eru tey ófør at ferðast og at hava móttøkur. Løgmaður hevur til dømis verið bæði í Grønlandi, Oslo og fer í næstum til India. Ingilín Strøm var ikki til at fáa fatur á mikudagin, tí hon skipaði fyri eini móttøku í Noregi, og har var Sirið Stenberg eisini. Høgni Hoydal hevur nýliga verið í Kina. Hartil eru landsstýrisfólkini altíð fastir fúsir til pinnamats-reseptiónir, handanir av heiðurslønum og stilla fegin upp til myndatøku.

Men tá vit hyggja at lógarsmíði, so er myndin ein heilt onnur. Sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum eru 3 (les: trý!) uppskot samtykt í inniverandi tingári, sum fevnir um meira enn 3 mánaðir. Í miðal eitt uppskot um mánaðin. Onki stórt mál er millum tey trý – Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn hevur broytt rúsdrekkalógina, Høgni Hoydal hevur broytt lógina um afturbering til filmsframleiðslu, og Ingilín Didriksen Strøm hevur broytt lógina um trygging um arbeiðsskaða. Tað er alt, og alt er smáting.

So kann ein sjálvandi siga, at talið av uppskotum ikki er avgerandi, og tað er púra rætt. Men sitandi samgonga hevur altso lovað at loysa fleiri stórmál hetta tíðarskeiðið, men hevur heilt einfalt ikki leverað. Málið um gongd í haga er enn einaferð útskotið, avgerðin um Barentshavið varð lovað at verða tikin í september, og tað er framvegis ikki hent, og á Eysturoyarportalinum harmast álitisfólkið hjá starvsfólkunum á Bakkafrosti – av røttum – um, at ongin samgongupolitikari vil lurta eftir teimum. Og nú vit skriva november, eru tey farin framvið point of no return.

Landsstýrisfólkini møta sostatt trúfast og íðin upp til tiltøk við stívasta pussi sum dresscode, men hava higartil sjáldan verið í arbeiðsklæðunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum