Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðrið D-dagin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.06.2024 - 08:00 Tíðindi Veðrið

Neyvan hevur nøkur veðurforsøgn havt størri týdning enn hon, sum var gjørd fyri D-dagin í juni 1944. Teir sameindu ætlaðu at seta nógv herfólk í land í Normandínum í Norðurfraklandi, og veðrið var heilt avgerandi fyri, hvussu tað fór at eydnast.

Í dag er 6. juni, 80 ár síðan D-Dagin. Nógv verður gjørt burtur úr hesum í Normandínum. Veteranar úr USA, Bretlandi og Kanada sigla í dag somu leið úr Suðuronglandi og suður til strendurnar, har landgongdin var.

Tí leggja vit greinina um helst heimsins týdningarmiklastu veðurforsøgn útaftur, sum var at lesa í Norðlýsinum miðskeiðis í november í fjør (RED)

Landgongdin er enn tann størsta, sum nakrantíð er gjørd. Fyrsta dagin vóru 133.000 hermenn settir í land í Fraklandi, harav 22.000 lupu við fallskýggjað úr flogfari.

At velja dagin var ikki so lætt. Best var, bæði av hernaðarligum og av veðurfrøðligum orsøkum, at landgongdin var seint á vári ella tíðliga á sumri. Eitt gott boð hevði verið mai mánaði, tí tá liggja vanliga hátrýst við góðum veðri yvir Bretlandi, og so hevði veðrið eisini verið gott í Norðurfraklandi. Størsta orsøkin, at landgongdin ikki var í mai, var, at hermenninir ikki vóru heilt til reiðar.

Men gott veður er ikki bara gott veður. Tað velst um, hvør uppgávan var hendan dagin.

Byrjandi við teimum, sum fyrst skuldu avstað, og tað vóru flogfør við fallskýggjahermonnunum. Ikki færri enn 22.000 hermenn skuldu leypa úr flogfari um náttina, eina góða løtu áðrenn teir fyrstu hermenninir fóru í land av landgongubátum. Teir vildu hava mánalýsi, so at teir sóu, hvar teir vóru og skuldu fara. Flogskipararnir ynsktu sær lág og myrk skýggj, so at týskarar ikki sóu tey fyrr enn í evstu løtu.

 

Ein mynd tikin úr einum týskum bunkara. Forðingarnar síggjast væl. Mynd: ónevndur týskur hermaður.

 

So vóru tað allir hermenninir, sum skuldu í land á strondini. Fyri tað fyrsta, so skuldu teir klúgva av stórum skipum niður í lítlar landgongubátar. Fyri at tað skuldu eydnast væl, mátti tað vera hampuliga slætt í sjónum og ikki ov myrkt, tí øll landgonguførini máttu skipast í røðir, og fyrstu skipini skuldu helst nærkast strondini í mánalýsi. Men tað mátti ikki ganga ov long tíð frá fyrsta dagsljósi, til fyrstu hermenninir fóru í land, tí so fekk fíggindin tíð at koma fyri seg og skjóta eftir hermonnunum, meðan teir fóru í land.

Og so var tað flóð og fjøra. Týskarar høvdu lagt nógvar sperringar á strondina. Fóru hermenninir í land á hægstu flóð, fóru sperringarnar at forða landgonguførunum at nærkast landi. Fóru teir í land á størstu fjøru, fóru hermenninir at fara hava munandi longri at renna niðan eftir sandstrondini ímóti bakkanum. Gjørt var av, at fyrstu hermenninir skuldu í land 3 tímar fyri hægstu flóð.

 

Myndin er tikin tíðliga á morgni 6. juni. Veðrið er enn eitt sindur keðiligt, tó betri enn tað hevði verið kvøldið fyri. Amerikanskir hermenn verja seg aftan fyri forðingar, sum týskarar høvdu lagt at forða landgongubátunum, sum síggjast aftanfyri. Mynd: Robert Capa

 

Síðst, men ikki minst, so skuldi tað vera so slætt sum gjørligt hjá hermonnunum at sigla inn ímóti strondini og fara av landgongubátunum. Sjóverk kundi órógva stríðsevnini meiri enn gott er, og nógv tung útgerð skuldi skipast í land.

Tað bar illa til at gera langtíðarforsagnir, hvussu veðrið fór at verða eina viku fram, men tað bar væl til at rokna seg fram til, nær viðurskiftini við flóð og fjøru vóru til staðar.

Hægsta flóð og størsta fjøra eru kring fullmána og tendring. 14 dagar eru ímillum. Eftirsum mánalýsið var av so stórum týdningi, var tíðin kring tendring í fyrsta umfarið slept, tí tað er ov myrkt. Einki mánalýsi.

Bert tríggir dagar í hvørjum mánatíðarskeiði livdu upp til hetta. Fyrsti møguleikin eftir 31. mai vóru dagarnir 5. – 7. juni. Var veðrið ikki til vildar nakran av hesum trimum døgunum, máttu alt útsetast í 14 dagar, ella – skuldu vit bíða eftir mánalýsi – í 4 vikur. 

22. mai gjørdu Eisenhower og hansara fólk av, at landgongdin skuldi vera um 14 dagar, tá ið fullmáni var, og størsta fjøra var snimma á morgni, stutt eftir lýsing. Tað var latið upp til veðurfrøðingar at gera av, hvør av hesum døgunum 5. – 7. juni var bestur til innrásina.

 

Veðurfrøðingarnir

Eisenhower hevði tríggjar bólkar av veðurfrøðingum at hjálpa sær við veðrinum. Hesir bólkar skuldu hvør sær koma við einari forsøgn út frá øllum veðurfrøðiligum vísitølum.

Bólkarnir vóru spjaddir kring Suðurengland, fyri at allir veðurfrøðingarnir ikki ikki skuldu doyggja í einum og sama bumbuálopi. Bólkarnir hittust tí ongantíð men høvdu samskifti sínamillum við loyniligari telefon.

Fleiri ferðir um dagin legði ein talsmaður fyri hvønn bólkin fram eina 5-dagaforsøgn. So kundu teir eftirfylgjandi kanna, hvussu væl forsagnirnar hildu, og hvør av bólkunum hevði bestu eydnu at gera forsagnir.

So við og við kom so forsøgnin at dekka dagarnar, landgongdin eftir ætlan skuldi vera. Bólkarnir tosaðu hvør sær um tað við leiðaran í British Meteorological Office, J. M. Stagg, og hesin gjørdi so av, tá ið munur var á, hvat bólkarnir søgdu, hvønn av teimum Eisenhower skuldi halda seg til.

Hesin J.M. Stagg, hann var skoti, hevði nógv at gera við at skera ígjøgnum, hvørja forsøgn teir skuldu hella seg til, tí bólkarnir vóru bert viðhvørt samdir um, hvussu veðrið fór at verða.

Ein av bólkunum var the Admiralty Group. Í hesum bólki sótu veðurfrøðingar hjá Royal Navy. Teir brúktu vanligar og góðar og gamlar, tradisjónellar, bretskar mannagongdir við lokalvitan, tá ið teir gjørdu forsagnir fyri Suðurengland og kanalina.

 

Southwick House í Suðuronglandi, eitt sindur eystan fyri Portsmouth. Í 1944 flutti øll ovasta herleiðslan inn í húsini at gera fyrireikingarnar til D-dagin lidnar. Í dag er eitt savn inni í húsunum, og til ber at síggja m.a. øll kortini og annað, sum hevði við D-dagin at gera. Mynd: Amber Kincaid

 

Ein annar av bólkunum var Widewing Group. Í hesum bólki vóru amerikanskir veðurfrøðingar, og teir brúktu ikki vanligar mannagongdir at gera veðurforsagnir. Teir løgdu seg eftir at minnast mynstrið í veðrinum, hvussu há- og lágtrýst komu og fóru. Tá ið veðrið hevur verið soleiðis og soleiðis, hvussu plagdi tað so at verða dagarnar eftir tað? – eitt sindur sum kunstigur intelligensur. Til hetta kravdist eitt øgiligt minni, og tað høvdu teir. Í Washington høvdu teir bygt sær eitt stórt savn av veðurkortum og frágreiðingum frá veðrinum, sum hevði verið í nógv, nógv ár frammanundan. Aktuella veðrið varð borið saman við líknandi veður, sum hevði verið fyrr, og so kundu teir rokna við, at gongdin í veðrinum fór at endurtaka seg.

Tann triði bólkurin varð kallaður Dunstable-group eftir býnum norðan fyri London, har hann helt til. Leiðarin var norðmaðurin Sverre Petterssen, sum tíðliga í krígnum var flýddur úr Noregi. Hann hevði verið partur av universitetinum í Bergen, har sum stórur partur av ástøðinum í veðurfrøði, sum er brúkt í dag, stavar frá. Hann var ikki einasti norðmaðurin í bólkinum. Hesin bólkurin brúkti bert somu mannagongdir til forsagnir, sum tær mest nýmótans veðurstovurnar tá á døgum brúktu. Teir bygdu allar sínar forsagnir á mátingar av lufthavinum, allan vegin av jarðarskorpuni og so langt upp í lufthavið, tað ber til – júst somu mannagongdir, sum brúktar eru kring allan heimin í dag.

 

Sverre Petterssen (1898-1974) var ein av slóðbrótarunum í nýmótans veðurfrøði. Hann fekk eftir kríggið persónligt takkarskriv frá Eisenhower fyri at hava havt avgerandi leitlut at landgongdin eydnaðist so væl. Myndin er tikin á vári 1944, meðan fyrireikingarnar til D-dagin vóru í hæddini. Mynd: James Rodger Fleming.

 

 

Soleiðis umboðaðu hesir tríggir bólkarnir tríggjar heilt ymiskar mátar í veðurfrøði. Tað hevur neyvan verið lætt at skorið ígjøgnum, hvørjum ein skal trúgva.  

Meðan amerikanski Widwing-bólkurin lættliga kundi gera eina 5-daga forsøgn, vístu hinir báðir bólkarnir á, at tað var sera trupult hjá teimum at fara longur fram enn 2 dagar.

So við og við nærkaðist næsti fullmáni, og eisini 5. juni, sum Eisenhower hevði valt at vera dagurin, landgongdin skuldi verða.

 

Veðrið í mai og inn í juni 1944

Veðrið í Suðurongland og Norðurfraklandi hevði verið sera gott við liggjandi hátrýstveðri allan mai mánað við klárari luft og lítlum ella ongum vindi. Fram ímóti endanum av mai bleiv veðrið keðiligt. 3 djúp lágtrýst komu vestan úr havi tvørtur um Norðuratlantshav ímóti Bretlandi við nógvum vindi. Líktist veðrinum á heysti. Heilt óvanligt, sum eingin visti um var hent á leiðini í mai ella juni.

 

Veðrið í Norðuratlantshavi um kvøldið 5. juni 1944. Lágtrýstið, sum liggur við Føroyar hevur havt nógvan vind og stóra aldu við sær í Norðurfraklandi. Meðan mátturin minkaði, gjørdist veðrið spakuliga betri. Lágtrýstið sunnan fyri Grønland hevði mist ferðir eystureftir, og tí stakk ein veikur hátrýstryggur seg upp ímillum lágtrýstini. Hetta var skáin, sum gjørdi landgongdina møguliga.

 

Dagarnar áðrenn 5. juni vaks vindurin tí av útnyrðingi upp í hvassan vind ella skrið. Hetta var alt ov nógv, skuldi landgongdin fremjast sum ætlað. Teir smáu landgongubátarnir við fløtum botni fóru at rulla alt ov illa, og stórur skaði kundi standast av at sigla ov nær landi.

Windwing-bólkurin, t.e. tann amerikanski, væntaði, at eitt glopp fór at vera ímillum tvey tey fyrstu lágtrýstini, og at veðrið tí fór at batna so mikið, at tað var lendandi á strondini tíðliga um morgunin 5. juni. Teir viðmæltu tí fyri Eisenhower, at veðrið fór at vera til vildar.

Tann bretski admiralty-bólkurin hevði onga avgjørda støðu, um ein skái fór at vera ella ikki, men Dunstable-bólkurin við Sverra Petterssen á odda mótmælti harðliga, tí hann væntaði als ikki nakran skáa, men at tey bæði fyrru lágtrýstini fóru at sláa seg saman til eitt, og at tað keðiliga veðrið í ensku kanalini fór at liggja í eitt samdøgur afturat.

Eisenhower valdi at lurta eftir norðmonnunum og útsetti landgongdina eitt samdøgur. Hetta mátti gerast í seinasta lagi klokkan 18, 4. juni – t.e. 1½ samdøgur áðrenn.

Veðrið bleiv, sum norðmenninir høvdu væntað. Illveður og als ikki lendandi hjá nøkrum landgongubáti á strondini í Norðurfraklandi. Høvdu teir roynt, hevði tað verið ein stór vanlukka.

Um kvøldið 4. juni sóu teir ein glotta, og at veðrið fór at vera til vildar annan dagin eftir, tann 6. juni. Tað triðja lágtrýstið við keðiligum veðri var steðgað á á ferðini ímóti Bretlandi. Hetta vísti eitt barometur, sum stóð í einum vita í Vesturírlandi.

Týskir veðurfrøðingar høvdu mett, at ringa veðrið fór at halda fram, og at eingin landgongd fór at verða fyrr enn í fyrsta lagi um 14 dagar – ella um 28 dagar. Teir settu tí verndarstigið niður, og týski herovastin, Rommel, fór heim til Týsklands í 50ára føðingardag hjá konuni.

Flest øll vita, hvussu landgondgin endaðist. Nógvar bøkur eru skrivaðar um dagin, og nógvir filmar gjørdir. Tann kendasti er helst Saving Private Ryan frá 1998.

Eftir seinna heimsbardaga fóru veðurfrøðingarnir, sum eru nevndir omanfyri, at klandrast um, hvør av teimum hevði heiðurin fyri, at D-dagurin eydnaðist so væl.

Hvussu er ella ikki, so fekk Sverre Petterssen persónliga tøkk frá Eisenhower, generali fyri sítt íkast til at dagurin eydnaðist so væl. Tað fingu hinir ikki.

 

Dwight D. Eisenhower, fráfarandi forseti í USA og J.F. Kennedy tilstundandi forseti – myndin tikin í ovala kontórinum í Hvítu Húsunum, 6. december 1960. Mynd JFK Library

 

Eisenhower stillaði upp til amerikanska forsetavalið í 1952 og vann. Hann var forseti í tvey valskeið – t.e. í 8 ár. Til forsetavalið í 1960 vann John F. Kennedy, og 20. januar í 1961, tá ið hann skuldi takast í eið sum 35. forsetin í USA, sigst hann hava spurt Dwight Eisenhower, hvat var munurin á teim sameindu og týskarunum D-dagin, hví landgongdin eydnaðist so væl.

“Vit høvdu betri veðurfrøðingar enn týskararnir”, svaraði hann.

 

Keldur:

Winston Churchill: The Second World War – 1952

Erik A. Rasmussen: Vejret gennem 5000 år, meteorologiens historie – 2010

Jonathan Mayo: D-Day, Minute by Minute – 2014

Peter Caddick-Adams: Sand and Steel: A New History of D-Day – 2019

Yngve Nilsen & Magnus Vollset: Vinden drejer – Meteorologiens historie i Norge 2016


 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt