Lýsing
Lýsing
Bygningurin hjá Ídni reistur
Á nýggja økinum uttanfyri Norðborg, standa tveir bygningar í gerð, nevniliga smiðjubygningurin hjá Sp/f Ídni og smiðjan hjá Pomek.
Jóannes Poulsen, stjóri á Sp/f Ídni sigur við Norðlýsið, at umstøðurnar í gomlu grovsmiðjuni í Klaksvíksgarðinum vóru vorðnar ov trongar, og harafturat stóð bygningurin soleiðis fyri, at ongir útbyggingarmøguleikar vóru. Eisini hevur býráðið havt eitt ynski um at keypa gamla bygningin, helst fyri at gera meira pláss fyri vegnum omanfyri, og tí hava vit leingið leitað eftir einum øðrum øki at byggja nýtt hús á.
Við útfyllingini frá Norðborg og norðureftir, fingu vit tilboð frá býráðnum og tóku sjálvsagt av. Bygningurin sum nú verður reistur er um 1250 fermetrar til støddar og gevur okkum góðar møguleikar fyri framhaldandi virksemi, og sigast kann at Sp/f Ídni við hesum fer at víðka um virksemið.
Rokna verður við, at nýggi bygningurin hjá Sp/F Ídni fer at standa liðugur fyrst í júli mánaða.

Seinastu tíðindini