Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klokkan var farin av átta, tá vit loystu av Vestmanna. | Mynd: Mynd: Oliver Joensen

Ein skjótingatúrur úr Vestmanna

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  18.11.2023 - 17:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hósdagin í vikuni, 16. november, fór eg av húsum við bili klokkan 07.00. Leiðin gekk til Vestmanna. Dagin fyri høvdu vit báðir eg og Ásmundur bróður gjørt av at vit skuldu fara ein skjótingatúr við báti hansara úr Vestmanna. Ikki tí, hann hevði verið ein túr nakrar dagar frammanundan og fingið lítið, og hevði síðani lítið og einki hoyrt um svartfugl vestanfyri. 

Tó segði hann, at vestmenningar fingu so dánt eitt kók á fjørðinum har. Vit høvdu tó hug at fara longur, norður um Slættanes og Mýling og kanska nakað eystur hagani.

Tað tók mær ein góðan tíma at koyra vestur. Komin til bátabrúgvarnar, var bróður longu har, so tað var bara at skipa tað inn vit skuldu brúka, patrónur, byrsur, mat og kaffi og so avstað.

Vit skuldu eftir ætlan sigla langt, helst einar 10, 14 fjórðingar til leiðina har vit vónaðu at síggja nakrar fuglar. Tað lá væl fyri, tí báturin gekk meira enn 20 fjórðingar um tíman eftir sløttum, so tað tók ikki so langa tíð, um ferðin bleiv brúkt. Men sum vituligt er, so er ikki møguligt at sigla við so nógvari ferð um tú eisini skalt hyggja eftur sjófugli, so tað bleiv skift ímillum at sigla við dyrgingarferð og við nærum fullari ferð. Men vit sóu næstan ongan fugl allan vegin norður við landinum har ti Mýling. Haldi at klokkan mundi nærkast 11 áðrenn vit fingu fyrsta lundan.

Men fyri meg var hetta ein uppliving av teim stóru, at síggja okkara vakra land ein slíkan góðveðursdag í besta veðri. Eg hevði tikið myndatólið við. Lýsið var tó vánaligt, hetta er ikki besta tíðin at fáa góðar myndir. Men myndirnar siga tó eina søgu, sum ikki er tann sama sum myndir á hásumri siga. Men myndir hesa tíðina siga eisini frá okkara liviumstøðum her á landi.

Vit báðir eru veiðimenn, so sjálvt um báturin hevur eitt fjálgt hús við hita og tveimum góðum stólum, so stóðu vit sjálvandi á dekkinum allan dagin og hugdu eftir svartfuglinum og stóru mongduni av havhestum. Harumframt var bara at súgva til okkum av ósigiliga vøkru føroysku náttúruni her norðanfyri oyggjaendarnar, sum ein ongantíð verður mettur at súgva til sín myndir av.

Ná, men sum sagt, vit høvdu ein ótrúliga góðan dag. Stutt er ljóst hesa tíðina og langt vóru vit heimanífra, so stutt var liðið út á seinnapartin til vit máttu staðfesta, at hetta bleiv ikki nakar stórur dagur til fong. 

12 fuglar bleiv úrslitið. Komnir aftur á Vestmanna var at fara undir at royta og at gera fuglin kláran til frystiboksina. Hetta gekk fyri seg í seraliga hugnaliga skúrinum við bátabrúgvarnar har. Ásmundur roytti við maskinu og eg tók út úr. Tað mundi ikki taka meira enn lítlan tíma, so var tað liðugt og eg kundi fara til hús við mínum parti av fonginum.

Á vegnum heim kundi eg fylgja venjingardystinum hjá landsliðinum ímóti Noregi, sum byrjaði klokkan 17, og eg fekk seinna hálvleik við við hús.

Ein dagur eg fekk nógv ótrúligar góðar løtur burtur úr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður