Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost við á heimsins fyrsta 100% grøna flogtúri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2023 - 09:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár vóru bæði laksur og starvsfólk frá Bakkafrost við á fyrsta 100% grøna flogtúri tvørtur um Atlantshavið. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100% burðardygt brennievni – eisini kent sum SAF (Sustainable Aviation Fuel).

 

 

- Vit eru errin av at vera boðin við á eina søguliga flogferð, sum skal varpa ljós á eina burðardygga framtíð fyri flogferðslu. Hetta letur upp fyri áhugaverdum møguleikum, sum kunnu samantvinna høgu góðskuna á okkara vørum við burðardyggum flogflutningi. Vit gleða okkum at fylgja við menningini á hesum økinum, sigur Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost.

Frástøðan millum Føroyar og nakrar av stóru marknaðunum, eitt nú USA, er so mikið stór, at verður laksur fluttur sjóvegis til hesar leiðirnar, so kann flutningurin hava ávirkan á góðskuna. Í hesum sambandi kann nevnast, at feskur laksur hevur eitt haldføri á 16 dagar. Tað tekur 12 dagar at flyta laks sjóvegis úr Føroyum til USA.

- Tað liggur rótfest í okkum at vera nýmennandi og at royna nýggjar leiðir, so hvørt tær verða møguligar. Royndarverkætlanin hjá Virgin Atlantic kann bróta slóð fyri burðardyggum brennievni til flogfør og er í øllum førum ein góð byrjan. So mugu vit síggja, hvussu tøknin mennir seg komandi árini, sigur Regin Jacobsen.

Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, umboðaði Bakkafrost á søguliga flogtúrinum. Sí myndir, ið vórðu tiknar á túrinum í gjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…