Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.12.2023 - 11:04 Tíðindi Veðrið

Veðrið er støðugt fyri tíðina, tó at luftin, sum kemur til okkara av landnyrðingi er nokkso støðug. Loftið skiftir millum tjúkkar bøklar við kavaælingi og bláa og klára luft. Vanligt skýloft á høgætt um veturin.

Í morgun hevur vindferðin ligið um 3 til 8 m/s av landnyrðingi, skýloftið hevur verið skiftandi, og okkurt ælið hevur verið kring oyggjarnar. Í ælunum hevur verið bæði regn og vátakavi ella kavi. Hitin liggur úr frostmarkinum upp í 3 stig.

Og soleiðis fer veðrið at vera allan dag. Einasta broyting er hitalagið, tað fer nøkur stig niðureftir í kvøld og í nátt, sum tað plagar. Fer at liggja um frostmarkið.

Vit kunnu vænta sama veður í morgin eisini, til nakað er ligið út á seinnapartin. Tá minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 4 m/s. Hitin í morgin fer at liggja úr frostmarkinum og upp í 3 stig um dagin; um náttina um frostmarkið – t.e. 1 stig báðumegin við.

Sunnudagin heldur landnyrðingsveðrið fram. Ikki nógvur vindur, minni enn 5 m/s, í erva verður klárt ella smáskýggjað, og yvirhøvur turt. Hitin sunnudagin fer at liggja úr frostmarkinum og upp í eini 2 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…