Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aktuell krimi yvirraskar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2023 - 14:20 Mentan Tíðindi

Nýggja krimibókin "Lygn" er spennandi og undirhaldandi, men hon er eisini aktuell og viðmerkjandi

 

 

 

Herfyri var krimibókin "Lygn", sum Eyðun Klakstein hevur skrivað, løgd fram á Skúlatrøð í Klaksvík. Nógv fólk møttu til framløguna, har Solby Chritsiansdóttir hevði samrøðu við høvundin, og Andrass Sólstein umrøddi bókina.

– Eg havi roynt at skriva eina spennandi og undirhaldandi krimi, sum vónandi eisini yvirraskar og gevur fólk okkurt at hugsa um. Søgan gongur fyri seg í einum aktuellum føroyskum samfelag, og tað gevur mær høvi at viðmerkja og umrøða ymisk aktuell rák í samfelagnum og í tíðini, segði Eyðun Klakstein í samrøðuni.

Andrass Sólstein hevði lisið bókina og umrøddi hana á framløguni. Hann segði eitt nú, at "Lygn" var dagsaktuell bók, sum umframt sjálvt krimiplottið eisini lýsti partar av samfelagnum væl.

– Fyrimunir við einari krimi er, at tú sum høvundur sleppur at nýta allar pallar í einum samfelag, bæði sosialt og arbeiðsliga, og hesar fyrimunir nýtir Eyðun til fulnar við sínari skriving.

– Vit sleppa inn á Landssjúkrahúsið og fáa at vita, hvussu tey arbeiða, hvussu tey obdusera, vit eru á fundum, vit fáa at vita, hvussu politikkur stýrir, hvussu løgreglan arbeiðir, vit eru hjá teimum á niðastu rók, teimum heimleysu og so víðari. Bókin er væl strukturerað, hon hevur góða rútmu, er málsliga løtt, við góðum talumáli, ikki fylt við klichéum, hevur góðir samanburðir og er skemtilig. Hevði tú soldað okkurt frá, kundi bókin eins væl verið ein støðulýsing av fleiri viðurskiftum í dagsins Føroyum, segði Andrass Sólstein á framløguni.

"Lygn" er onnur krimibókin, sum Eyðun Klakstein skrivar. Hesa ferð ferðast søgan um tvey brotsverk – eitt gamalt og eitt nýtt – og høvuðspersónarnir Jón Amos og Sára Emmudóttir koma undir stórt persónligt trýst og í vanda, tá ið tey royna at uppklára hendingarnar. Hendingarnar fara fram í einum aktuellum føroyskum samfelagi, sum vit kenna aftur. Eitt nú ferðast søgan í listaumhvørvinum, á sjúkrahúsi, á kaffistovum og skeinkistøðum, í bý og á bygd og millum kendar persónstýpur. 

"Lygn" fæst til keyps í bókabúðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…