Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jonhard Mikkelsen 70 ár

SKRIVAÐ: Almanna- og mentamálaráðið  |  04.12.2023 - 12:25 Mentan Tíðindi

Í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi í Løkshøll, nú Jonhard Mikkelsen hin 11. desember verður sjeyti og eitt av hansara størstu avrikum Sprotin hevur rundað 30 ár. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu. Hon segði millum annað:

 

"Jonhard, tú hevur ikki hugt eftir skýggjunum ella vindinum. Tú hevur ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað.

'Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni:

Góði Jonhard, vitugi og víðskygdi mentanarberi. Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Ella hjartaliga tillukku við 100 ára degnum, tú 70 og Sprotin 30. Saman eru tit tað Føroyum tørvar.
Og góða Maibritt, børnini og øll familjan. Av hjarta tillukku tit øll.
---
Eg takki so miriliga fyri høvi at bera tær eina heilsu. At brúka nakrar minuttir at lýsa og takka tær Jonhard er ein ómøgulig uppgáva. Her er upp í ammur og kør av avrikum, eginleikum og góðum orðum. Avrikum, sum tæna tjóðini, og føroyska málinum, við so stórum týdningi og mátti, at tíðin langt síðan er komin til, at tú sjálvur Jonhard kemur út í bók. Míni evni røkka ikki til at bera tær eina nóg stóra tøkk. Orðið takk er so lítið og innihaldið og ríkidømið í tær og tínum verki so stórt. Tó, so sigi eg takk!
---
Gjøgnum hetta árið havi eg luttikið í fleiri tiltøkum, sum tú og Sprotin hava skipað fyri. Tit hava sett merkisfólk í miðdepilin, og heiðrað tey. Tað hevur verið ein fantastisk ferð gjøgnum lívsleiðirnar hjá mentafólkunum og í veruleikanum samfelagið. Hetta hevur sett mentafólki sólina, sum hevur kastað sólargeiðslar aftur á okkum øll. Men onkur hevur sett hesi megnar fólk í sólina. Tað hevur tú Jonhard. Tí tæna øll hesi tiltøk eisini tær til heiðurs og æru. Nú, loksins, er tíðin komin til at seta teg í sólina. Og onki er meira sjálvsagt enn tað.
---
Nú Runavíkin av sonnum er blivin ein mentararmiðdepil verður hátíðarhaldið her. Bíða bara. 80 ára føðingardagurin verður allarhelst í Faktorshúsinum Inni á Fitjum har tú nú hevur sett sær fyri at gera mentanarmiðdepil í heimbygdini. Ella, kenni eg teg rætt so siga vit 75 ára dagurin. Lyndi og arbeiðsorkan lata ikki dagarnar fara til onkis - ongin tíð er at spilla, tá ið tað kemur til at byggja land. Úr tínari lækju verður ræsi ongantíð turt, men har rennur ein støðugur streymur av vatni og megi so alt kann liva og grógva, og vit onnur kunnu uppliva tað, sum Christian Matras nevnir “slík hugans undur stór”. Tú ert sjálvt vatnið. Tað lívgevandi.
---
“Tann, sum bara hyggur eftir skýggjunum kemur ongantíð at sáa. Tann, ið bara hyggur eftir vindinum kemur ongantíð at heysta” (Prædikarin 11:4) Hesi sannleiksorð eru bíbilsk og tú Jonhard ert besta dømi um at so er.
Tað verður sagt so nógv gott um teg;
“Jonhard er nógv tann besti lærari eg havi havt” segði ein næmingur.
“Jonhard hevur heilt serlig evni at fáa fólk at trúgva uppá seg sjálvi” segði ein rithøvundur.
“Jonhard breyt, saman við Hannu, upp úr nýggjum í Hoydølum”
“Jonhard er ein av hesum persónasjunum sum er púra líka til, í eygnahædd, einki hástórt og háfloygt er yvir honum. Hann arbeiðir nátt og dag, men ringir tú til hansara so gevur hann sær tíð”
Jonhard, tú hevur ikki hugt eftir skýggjunum ella vindinum. Tú hevur ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað. Tú hevur verið lærari á studentaskúlanum og á læraraskúlanum. Sitið í Málráðnum, arbeitt á Fregnum, týtt bøkur og uppbygt lívsverkið Sprotan við útgávum og ikki minst aldarinnar stórverki netorðabøkurnar. Týdningurin av hesum kann illa lýsast í orðum. Eftirtíðin kemur at vísa, at hetta var størsta málsliga átak í okkara tíð.
---
Eg haldi tað vera eina so sigandi søgu í byrjanini av sprotatíðini, at næmingar í skúlunum mótmæltu, og fóru í trappuverkfall, tá ið ivamál tók seg upp um vit framhaldandi skuldi hava ókeypis atgongd til netorðabøkurnar- til at sprota. Ungdómurin tók sakina í egnar hendur og í tí stilla fóru tey í verkfall, settu seg í trappurnar, og mótmæltu. Tey vildu hava orðabøkurnar. Tað gjørdi nakað. Tey, og vit øll fingu orðabøkurnar.
Tað var eisini nokk so symbolst, at tað fyrigekk so friðarliga. Tað er faktisk soleiðis, at eg upplivi teg Jonhard, og eg spyrji meg sjálva, hvussu kann eitt menniskja, sum hevur útint so nógv og so stórt vera so stillført.
Øll kenna tíni avrik, men øll kenna ikki Jonhard. Tað sigur nakað í sjálvum sær. Tað fær meg at hugsa um kærleiksbræv Paulusar, har hann sigur, at kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður, kærleikin øvundar ikki, kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp. Hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna o.s.fr. Hesi orðini lýsa júst teg góði Jonhard.
---
Fyri tíni megnar- og merkis avrik hevur tú fingið Heiðursgávu landsins í 2010 og eisini fyrstu altjóða mentanarvirðislønina, sum íslendska stjórnin, Háskóli Islands og stovnur Vigdis Finnbogadóttir fyri mál, lat í 2020. Soleiðis skrivaði tú teg eisini í norðurlendsku málsøguna.
Í gundgevingum og røðum í samband við hesar stóru heiðurslønir verður millum annað sagt um teg;
Jonhard hevur í skjótt 40 ár arbeitt við og fyri føroyskum máli. Hann broytti og endurnýggjaði lærugreinina føroyskt. 1990-árini vóru vekingartíð og broytingartíð, vit fingu nýggja lærugreinakunngerð, starvið sum lærugreinaráðgevi varð stovnað, skeið fyri føroysklærarar o.a. – rúm 100 ár eftir tjóðskaparrørsluna, og Jonhard var í broddi fylkingar.
Og tú verður lýstur sum sannur arvtakari V.U. Hammersheimbs, háskúlamenninar og A.C. Evensen.
Stór orð, sonn orð, um stór avrik og stórt menniskja!
---
Føroyska málið er gamalt, men føroyskar bókmentir eru nýggjar. Skaldskapur hevur gjøgnum øldir og ættarlið verið borðin á mannamunni. Skrivaða málið er so mikið nýtt, at omma mín í Porkeri t.d. ongantíð hevur havt føroyskt í skúlanum. Í hennara skúla og ungdómstíð var føroyskt hvørki í skúla ella í kirkju. Tey bæði samleikaskapandi støðini fólk søkja sær lærdóm, vísdóm og trúgv. Og vit skulu eisini heilt inn í 1970’ini áðrenn føroyskt var próvtøkumál í studentaskúlanum.
---
UNESCO, ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan vísir á, at av umleið 7.000 málum, sum verða tosað í heiminum í dag, eru um 3.000 teirra at meta sum so hótt, at tey ikki verða tosað í næstu øld.
Sæð við UNESCO eygum so ert tú Jonhard við at tryggja heimsins mentanararv við tínum ótroyttiliga arbeiði føroyska málinum at frama. Títt virki og tín týdningur er sjálvsagt alstórur fyri tíni nærmastu, men tú ert eisini ómissandi bæði í føroyskum- og heimshøpi.
Málið tekur øldir at byggja upp, men tað nýtist ikki meira enn eitt ættarlið til at missa tað burtur.
---
Sprotin legði herfyri eitt brævaskifti út millum teg og norska Jon Fosse. Tit samskifta tykkara millum á føroyskum og norskum. Tit skilja hvønn annan, so lík eru málini. Perlan í øllum er, at Jon Fosse sigur, at tað var ikki fyrr enn hann skrivaði á móðurmálinum, sínum egna málføri, at hann megnaði at skriva tað, sum lá honum á hjarta. Tess djúpri hann fór inn í sítt egna mál, tess neyvari og betri fekk hann borið fram tað, sum lá á sinni. Jon Fosse fekk sum kunnugt Nobelvirðislønina fyri bókmentir i ár. Eitt talandi dømi um megina í móðurmálinum, sum kenslumál, sál og samleika og um týdningin av tí arbeiði tú tekst við Jonhard.
---
Abbi mín í Vági var ikki peningaliga ríkur. Tó átti hann størsta ríkidømið í tokkanum til bókmentir. Hann las alt, sum kom út, og elskaði bøkur. Tað lærdi meg nakað um virðir, og at týdningarmestu virðini ikki kunnu gerast upp í bankabókini, men í sjálvari bókini.
Sum Christian Matras segði tað
“Tá fekk eg vatn við dýran jarðarbrunn,
sum meira var enn drekka fyri munn”
Jonhard, tað vatn vit fáa úr tínum jarðarbrunni er so nógv meira enn drekka fyri munn.
Hjartaliga tillukku við degnum. Drív á. Vit hava brúk fyri tær. Tú hevur ómissandi virði.
Takk fyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum