Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.12.2023 - 23:15 Tíðindi Veðrið

Fyrrapartin av vikuni fara lágtrýstini sunnan fyri Føroyar, men í seinnu helvt fara tey norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og tá fara vit at liggja nakað sunnan fyri tey. Har eru ættin vanliga um útsynning, og har fara vit at liggja í nakrar dagar frá miðvikuni og fram til vikuskiftið, ið hvussu so er.

Veðrið fer tí at skifta frá køldum høgættarráki til slavna lágætt. Hitalagið fer at skifta frá tempraturum nær við frostmarkið í fyrru helvt av vikuni upp um 10 stig í seinnu helvt.

Lágtrýstini í seinnu helvt eryú djúp við nógvum vindi rundanum.   

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin: Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Allan dagin. Hitin úr 4 til 9 stig.  

Týsdagin: Sama veður um náttina sum dagin fyri, mánadagin, tó okkurt ælið. Út á fyrrapartin fer hann í landnyrðing, tað dregur á luftina, og fer at regna, kanska er vátakavi uppií. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, loftið verður smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin týsdagin fer at liggja millum 3 og 9 stig.  

Mikudagin: Um náttina og út á fyrrapartin eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um middagsleitið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s av suðuri, loftið eitt sindur meira grátt og tað verður ælaveður. Út á seinnapartin veksur vindurin, so á midnátt eru 13 til 18 m/s. Ættin enn sunnan. Saman við vindinum skulu vit vænta samdrigið loft og regn. Hitin mikudagin 4 til 9 stig.

Hósdagin: Um náttina regnar og fitt av vindi, 13 til 18 m/s av suðuri. Fyrrapartin støkkur hann vesturum til útsynning, vindurin minkar niður í 10 til 15 m/s, skýloftið skiftandi og ælaveður við regni ella vátakava. Og tað er so veðrið restina av degnum. Hitin hósdagin fer at liggja um 3 til 8 stig.  

Fríggjadagin: Fríggjanátt og -morgun framvegis 10 til 15 m/s av útsynningi, skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin er stytri millum ælini. Um kvøldið veksur vindurin upp í 15 til 20 m/s, tað verður samdrigið og regn. Hitin fríggjadagin 6 til 11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…