Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bill Justinussen, fyrrverandi tingmaður, harmast um, at fólk og felagsskapir kunnu koma í klemmu av, at núverandi samgongulimir ikki kenna seg bundnar at halda avtalur tvørtur um valskeið. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Slutt við avtalum tvørtur um valskeið?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2023 - 12:48 Mentan Politikkur

Formliga hava landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki skyldu til at halda avtalur, sum eru gjørdar í undanfarna valskeiði. Tí ber til at koma í støður sum hesa, sum Varpið í Klaksvík nú er komið í, at stjórnarskifti hevur verið, og nýggja stjórnin velur at steðga við seinasta partinum av játtanini, meðan arbeiðið stendur í hálvum gekki.

Norðlýsið hevur tosað við Bill Justinussen, fyrrverandi løgtingslim, og hann sigur, at ”viðvíkjandi Varpinum gjørdi meirilutin í Fíggjarnevndini eina avtalu um, at 17 mió skuldu játtast tey trý árini, sum samgongan (undanfarna) sat við róðrið.

Avtalan varð eisini upprunaliga skrivað í fíggjarnevndarálitið, men bleiv tikin úr aftur, sum vit kunnu minnast, av tí at ein játtan, sum fer upp um 10 mió. kr. skal játtast sum verklagslóg, um hon skal vera bindandi. Hetta ynsktu vit ikki, tí verklagslógir hava aðrar treytir við sær. Tí samdust vit um, at játta 17 mió. yvir tríggjar fíggjarlógir sum stuðul. Hetta varð eisini óformelt upplýst yvirfyri Varpinum. 

Nú sita onnur við borðið, og tey avgera sjálvi, hvussu bundin tey eru av avtalum, sum farna Fíggjarnevnd gjørdi við samfelagið. Men tað er góður siður at víðariføra slíkar avtalur, tí tað eru jú borgarar og feløg, sum standa við skegginum í postkassanum í slíkum støðum. 

Tað eru nógv dømir um, at politikkarar, sum taka við eftir øðrum, víðariføra avtalur, sum undanfarnir politikkarar hava gjørt, júst fyri at borgarar ikki verða settir í keðiligar støður. Tað, sum hetta kann hava við sær, er, at líknandi avtalur, sum hendan fíggjarnevndin ger og fer at gera, heldur ikki verða virdar, tá onnur taka við eftir tey, sum nú sita. Og so er ein øvut siðvenja sett á lunnar, sum hevur keðiligar fylgjur við sær fyri borgarar og feløg.”

At sitandi samgonga nú velur at siga, at avtalan um Varpið ikki hevur nakað at siga longur, tí hon varð gjørd, meðan undanfarna samgonga sat við valdið, kann lættliga vísa seg at koma teimum sjálvum aftur um brekku. Tí ein komandi samgonga kann velja at gera teimum kunstin eftir og siga, at heldur ikki tey kenna seg bundin av at gera nakað liðugt, sum sitandi CEF-samgonga hevur sett í gongd.

Hetta fer at verða sera óheppið fyri langtíðarpolitikkin, tí frá nú av fara fólk, feløg og borgarar ikki longur at kunna hava álit á, at játtanir, sum annars ganga yvir valskeið, ikki fara at verða steðgaðar, tá vaktarskifti er í Tinganesi.

Og fyri limirnar í CEF-samgonguni sjálvari merkir tað, at tey ikki eiga at seta nakað í gongd, sum ikki er útgoldið áðrenn 8. des. 2026, tá næsta løgtingsval í seinasta lagi verður. Tí við nýggju siðvenjuni eru komandi Løgting og komandi Landsstýri heldur ikki bundin av nakrari avtalu, sum núsitandi samgonga ger. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðvallari ávegis til KÍ
Kurvabóltur: Hávur átti ársins venjarar
Setan av Norð­oyastevnuni verður á Biskup…
Klaksvíkar Hornorkestur konsert í Varpin…
SSL-samráðingar slitnaðar: Semingsstovnu…
Málninga­framsýning hjá Victor
Kunngerðin um Føroyabanka 2024 lýst
Menning og nørandi gróður
Hamradun Akustiskt á lagrinum hjá Føroya…
Norð­oyarstevna í Betri Banka í Klaksvík
Spinnaríið á Norð­oyastevnu
Konsert í Varpinum í kvøld kl. 19.00
Norð­oyastevnu­veðrið
Nýggj nevnd vald fyri Landsbanka Føroya
Lønin dekkar prísvøkstu­rin!
Fjórðu ferð ímóti Andorra
Bókaframløga í Varpinum
Toppdystur á norð­oyastevnu
Magnus er í serligari støðu: Venjari hjá…
Vónin hevur góðar vónir