Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Norðoyastevnuveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.05.2024 - 07:59 Tíðindi Veðrið

Veðrið í Føroyum hetta vikuskiftið fer at vera myndað av einum hátrýstið, sum stendur beint vestan fyri Írland. Kring tað er eitt veikt luftrák ímóti Føroyum av útsynningi.

Í morgun er eitt lítið lot av útsynningi, miðalvindferðin kring landið er upp í 5 m/s. Í erva er skýggjað ella samdrigið, og í støðum mjørki. Okkurt ælið er. Hitin er komin upp í eini 10 stig. Hann fer nøkur stig upp afturat seinnapartin.   

Veðrið fer at broytast bert eitt sindur í dag, frá hesum sum er í morgun. Seinnapartin verður eitt lítið sindur meira vindur, 3 til 8 m/s – tað er ikki nógv broyting – og so fer at klárna nakað í erva. Um tað verður heilt klárt, er óvist, men kanska smáskýggjað og sólglottar. Og tað er so veðrið í dag og í nátt.  

Í morgin er hann aftur útsynningur, 3 til 8 m/s turt, hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið, til liðið er nakað væl út á seinnapartin. Tá veksur vindurin aftur eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s, sum frá líður samdrigið okkurt ælið. Hitin sum í dag 8 til 13 stig.

Sunnumorgunin fer vindurin at veksa eitt sindur, upp í 8 til 13 m/s, meðan eitt brúgvalag við regni nærkast av útsynningi. Fram ímóti middegi er samregn um alt landið. Tað regnar nakrar tímar. Tað slítur í, tá ið nakað er liðið út á seinnapartin. Tá fer ættin fer úr útsynningi upp í vestan. Sunnukvøldið veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, tað er samdrigið og okkurt ælið. Hitin sunnudagin sum í dag og í morgin 8 til 13 stig.

Góða norðoyastevnu og gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis