Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skrúðgongan á veg í Vágstún í 2018 | Mynd: Dávur Winther

Menning og nørandi gróður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2024 - 15:44 Leiðarin Mentan

Summarið byrjar á Norðoyastevnu, sum við fáum undantøkum søguliga sæð altíð hevur verið fyrsta kappróðrarstevnan á árinum. Ein kann siga, at vit longu eru farin í gongd, tí býurin hevur verið í veitslu-modus í fleiri dagar, ja, vikur. Og døpru spádómarnir um, at summarstevnunum ikki var lív lagað vegna festivalarnar, ja, teir kunnu væl manast niður í jørðina aftur. Norðoyastevnan hevur staðið tíðarinnar roynd. 

 

 

Longu mitt í mai byrjaði Klaksvíkin at spíla seg út til at taka ímóti gestum í hópatali. Við ikki bert einum, men tveimum konsert-brakum skutu Straight Ahead veitsluna í gongd, og alt kulminerar nú við Norðoyastevnu. Men fyrst fylti javngamla Roykstovan eisini fimmti ár, vit leggja í hesum døgum bý til risastóra Atlantic Fair, og Norðoyastevnuteitið koyrir longu fyri fullum útblástri.  

Onkur argast kanska um, at stevnudysturin í fremstu deildini ikki liggur Norðoyastevnuaftan leygarkvøldið kl. 18:30, sum ætlanin var, og sum hann fleiri ferðir hevur gjørt. Men tað var ein røtt og skilagóð avgerð at flyta hann til sunnudagin kl. 15. Bæði tí at so verður onki fokus tikið frá kappróðrinum og óvanliga spennandi tíggjumannafarsróðrinum, sum ikki færri enn 3 tíggjumannafør úr Norðoyggjum fara at kappast í. Og tí at so fæst sunnudagurin á Norðoyastevnu, sjálvur Norðoyastevnudagur, aftur til heiður og æru sum trekkplástur við toppdysti, ið heilt víst fer at fáa nógv vitjandi úr Eysturoynni á stevnuna. 

Fyriskipararnir av Norðoyastevnuteitinum hava leingi ynskt at seta ein leik upp í Varpinum, og fyri at tað skal eydnast, verða nógvar sýningar av Norðoyastevnuteitinum settar upp í Spinnarínum og til ein nakað hægri prís enn vant. Vit halda, at sjálvandi eigur Klaksvíkar Sjónleikarafelag at pallseta leik í Varpinum og vóna, at so mong sum gjørligt stuðla við at vitja Spinnaríið í hesum døgum. 

Um vit heilt stutt kaga í skránna, so líkist hon sær sjálvari við at hava bæði nýtt og gott gamalt. Nøkur av hæddarpunktunum verða heilt vist útgávutiltakið hjá Paulinu Eliasen í Varpinum og norðoyastevnukonsertin á sama staði eftir framsýningina fríggjakvøldið. Forkunnugur stórdansur er leygarkvøldið í KÍ-Høllini, sum mest vendir sær til tey, ið vóru ung um aldaskiftið, har All That Rain verður høvuðsnavnið. Sama kvøld verður bæði felagssangur í Vágstúni og konsert við 200 í Atlantis. Til ber at kunna seg betur við skránna aðrastaðni á heimasíðuni ella í blaðnum.

Miðnáttarrøðuna ólavsøkuaftan kl. 00:00 millum leygardag og sunnudag heldur Pól Huus Sólstein. At hjálpa sær hevur hann bæði skótar, ið koma á staðið, Klaksvíkar Hornorkestur, ið byrjar hálvgum tólv, og at enda eina kavalkadu av fýrverki. Dagin eftir, sunnudagin 2. juni kl. 14, er tað stjórin í Visit North, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum heldur røðu, eftir at skrúðgongan við býráðs- og bygdarráðslimum, Klaksvíkar Hornorkestri og ítróttarfólki er komin heim í Vágstún.

Sum heild ein bæði forkunnug, spennandi og kortini siðbundin skrá, ið hevur nakað fyri øll, og er, sum gamla sloganið hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelagið sigur, til gaman og álvara!

Hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðlar tú Norð­lýsi­num, stuðlar tú Norðo…
Mjølnir vann 3-1 á skjótt fyrrver­andi fø…
Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapa…
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar