Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg  

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  11.04.2026 - 21:00 Mentan Politikkur

Tá eitt kjak er øgiliga polariserað er vandi fyri, at vit sjálv verða til tað, sum vit upprunaliga vóru ímóti. Tí mugu vit aldrin blint stuðla Ísrael. Gera vit tað, svíkja vit bæði landið og okkara egnu ideal. Tað var høvuðsboðskapurin í talu míni á tiltakinum Jerusalem Prayer Breakfast í gjár. (Talan var hildin á enskum og er umsett).

 

 

 

Spurningurin um zionismu og spurningurin um jødarnar hevur framvegis ein avgerandi og syndrandi leiklut í innanhýsis virðisstríðnum í Vesturheiminum.

Sig mær, hvat tú heldur um zionismuna, og eg skal siga tær, hvat tú heldur um eina røð av øðrum viðurskiftum. Ert tú ímóti, at jødar hava sín egna stat, ert tú annaðhvørt á ytsta høgravonginum ella – sum vanligari er í Evropa í dag – á ytsta vinstravonginum.

Polariseringin í hesum máli er so ógvuslig, at nógv ikki so mikið sum vilja tosa við mótpartin.

Bara tað at eg standi á hesum pallinum júst nú, er rættiliga umstrítt. Eg havi longu fingið nógv at hoyra fyri bara at vera her. ”Hvussu kanst tú standa á sama palli sum hon? Hevur tú ikki hoyrt, hvat hann hevur sagt?”.

Undirliggjandi boðini eru: Tú skalt rópa eftir øðrum! Ikki tosa. Ikki kjakast.

Fólk vilja heldur rópa eftir hvør øðrum av hvør sínum fjallatindi enn møtast í dalinum. Heldur vísa hvørji tey sjálvi eru, enn at læra av hinum.

 

Sannir vinir siga frá viðhvørt

Eg eri av náttúru næstan altíð ivasamur. Eg eri sjáldan vísur í nøkrum.

Og eg eri skeptiskur mótvegis teimum, sum ongantíð ivast. Eg óttis fólk, sum eru fullvís í, at tey hava rætt. Eg spyrji meg sjálvan: ”Hvat um tey høvdu møtt nøkrum heilt øðrum hugsanum í barnaárunum? Høvdu tey so verið fullvís um nakað heilt annað?”

Eg seti mær sjálvum henda spurning, tá eg møti fólki úr tí vreiða anti-ísraelska harkaliðnum, sum hevur yvirtikið gøturnar í Vesturheiminum. Eg haldi, at tey fara skeiv, og at eitt sindur av kritiskari hugsan hevði gagnað teimum.

Men eg hugsi tað sama, tá eg møti fólki, sum stuðla og verja alt tað, sum ísraelska stjórnin sigur ella ger.

Eg haldi tað vera í stríð við sjálva ta hugsjón, sum hevur tikið ítøkiligt skap í statinum Ísrael: Hon snýr seg ikki bara um at geva jødum eitt skjól móti deyðiligum fíggindum, men eisini um frælsi. Eitt skjól móti einsrætting av meiningum. Mótstøða móti blint at skula fylgja einum leiðara. Frælsi skilt sum ein skylda til at hugsa sjálvur og gera sær sína egnu meining. Frítt at kunna – og skula – verja sínar meiningar, hugsjónir og virði.

Hetta er tað, sum ger Ísrael til frælsisins framskotna skansa í Miðeystri. Hetta er tað, sum ger, at vit kunnu siga: ”vit eru øll ísraelar”.

Tað eru vit.

Hóast partar av Vesturheimin vóru skeptiskir mótvegis stovnanini av modernaða Ísrael í tí gamla jødiska landinum, so endaðu vit kortini við at verða eitt slag av jarðarmóðir.

Og nýggi staturin endaði við at umboða tey virði, vit byggja á, betri enn nakar annar statur. Ísrael bleiv ein álítandi vinur og sameindur.

Men tá ein sannur vinur sær, at vinur hansara ger mistøk ella fer skeiva leið, so sigur hann tað. Júst tí teir eru vinir. Tí hann vil honum tað besta. Og ein sannur vinur lurtar, tá ein sannur vinur sigur honum óhugaligar sannleikar. Slíkt oyðileggur ikki vinalagið, men styrkir tað.

Latið okkum semjast um tey grundleggjandi virðini í zionismuni. Latið okkum vera samd um rættin hjá Ísrael at vera til, at blóma og at verja seg sjálvt. Alt tað, sum ger landið á imponerandi hátt.

Men latið okkum ikki gera tað treytaleyst.

 

Fimm fólk við eitt borð

Fyri hálvum øðrum ári síðani sat eg í einum lítlum køki í eini kibbutz í Ísrael. Við borðið sat ein, sum var ættaður frá jødum, ið vóru flýddir úr Jemen. Røturnar hjá einum øðrum vóru í Irak. Ein triði hevði ættarbond til Póllands. Ein fjórði til Argentina.

Hetta var dagin eftir fyrsta ársdagin fyri sjeynda oktobur – áttanda oktober 2024. Og meðan vit sótu har og deildu nakrar appelsinir, var himmalin fullur av óndum stáldrekum. Eitt ótal av missilum úr Iran var á veg móti okkum. Hezbollah skeyt rakettir, meðan vit prátaðu. Og í tíðindunum hoyrdu vit um eitt landálop í norðri.

Men vit kendu okkum trygg har við borðið.

Og eg hugsaði: Hetta er tað! Hetta er tann veruliga realiseringin av hugsjónini um Ísrael. Vernd. Trygd. Tað er annaðhvørt hetta – ella forfylging, harðskapur og deyði.

Tað er imponerandi, at hetta fólkið, sum síðani endurstovnanina av Ísrael er blivið álopið tíggjutúsundtals ferðir av fíggindaligum grannum, hevur megnað at verja hetta lítla landið.

Men tað, sum er enn meira imponerandi, er, hvussu hesi fáu fólkini hava ríkað restina av heiminum við tøkniligum uppfinningum, vísindum av øllum slag, við mentan og við at vísa okkum øllum eitt lýsandi dømi um dirvi, patriotismu, organisering, disiplin og leiðslu. Og við at standa við sín samleika, síni virði og sín arv.

Skal tú vera sannførdur anti-zionistur, er ein avgerandi fortreyt: Tú mást vera óvitandi. Óvitandi um søgu. Óvitandi ta radikalu islamismuna, sum ger, at fíggindar Ísraels hava sum beinleiðis mál at fremja fólkadráp móti jødunum. Tú mást vera óvitandi um sjálva hugsjónina undir Ísrael. Tú mást vraka eina nuanseraða fatan av heiminum.

 

Um at stara niður í dýpið

Men vit, sum stuðla zionismuni, mugu ansa eftir ikki at spegla júst tað sama.

Sum Nietzsche sigur: “Ansa eftir, at tú, tá tú stríðist móti skrímslum, ikki sjálvur verður eitt skrímsl. Tí tá tú starir leingi niður í dýpið, so starir dýpið eisini inn í teg.” (Sagt uttan at kalla nakran eitt skrímsl!).

Tá tú ert í polariseraðum kjaki, er skjótt at tann moralski munurin millum teg og tíni mótstøðufólk hvørvur, og tú byrjar at taka upp júst tann hugsanarháttin, tú upprunaliga vart ímóti.

Tú verður fullkomiliga sannførdur um, at tú hevur rætt. Tú leggur alla orku í at sannføra teg sjálvan um, hvussu skeivt mótstøðufólk tíni hava, og at finna prógv fyri, hvussu tey manipulera, og hvussu full tey eru av vanvirðing og hatri móti tær. Endin verður, at tú sjálvur fert at hata tey.

Úrslitið er, at tú missir ta moralsku yvirvágina, og fert at sýna júst somu atferð sum hana, tú byrjaði við at stríðast ímóti.

Um vit taka undir við øllum tí, sum ísraelska stjórnin ger, eri eg bangin fyri, at vit eru dottin í hesa fellu. Um ein motorur skal virka, mugu allir komponentar virka saman. Eingin má bróta frá. Men tað, sum er galdandi í mekanikki, er ikki galdandi í einum frælsum samfelag. Har eiga allir komponentar – allir borgarar – at hugsa sjálvir.

 

Maðurin, sum klandraðist við seg sjálvan

Eg skal siga tykkum eina vittigheit, eg einaferð hoyrdi, tá eg helt eina røðu í einum jødiskum mentanarhúsi.

Okkurt eg førdi til heitt kjak millum áhoyrararnar, og tað mundi síggjast á mær, at eg angraði tað, eg hevði sagt.

Fyri at troysta meg kom ein maður yvir til mín og segði:

“Lat meg siga tær eina søgu. Eitt skip fórst, og øll doyðu. Men 30 ár seinni vitjaðu fólk eina oydna oyggj – og funnu ein av manningini á lívi. Hann var jødi. Og tá tey spurdu hvat hann hevði gjørt á oynni øll hesi árini, fór hann við teimum til norðara partin og vísti teimum eina synagogu.

“Wow!” søgdu tey. “Imponerandi. So tú hevur brúkt 30 ár til at byggja hesa synagoguna?”

Hann risti við høvdinum: “Tað tók mær 15 ár.”

“So hvat gjørdi tú hini fimtan árini?”

Hann fór so við teimum til sunnara partin av oynni, har hann hevði bygt eina aðra synagogu.

”Ikki eiti á!” søgdu tey. “So tú biður í hesi synagoguni helvtina av tíðini og í hini synagoguni hina helvtina?”

“Í hini synagoguni?” spurdi hann illur. “Nei, nei, nei! Í hina synagoguna seti eg aldrin mín fót!”

Ósemja er orka. Tað er tað, sum flytur okkum fram, sum vísir okkum kompleksitetin í einum máli og ger okkum klókari. Meiningar mugu verða mótsagdar, umrøddar, mentar og síðani vinna – ella hvørva.

At taka undir við víðgongdum ísraelskum politikarum sum Smotrich og Ben-Gvir (viðm: hetta eru tveir sera víðgongdir ráðharrar í stórnini hjá Netanyahu), bara tí teir eru ísraelskir politikarar, er at svíkja okkara skyldu at gera júst hetta.

Tað er intellektuelt leti at siga: Vit standa við Ísrael, og tí stuðla vit øllum, sum tey, ið hava valdið í Ísrael, siga ella gera.

Tey flestu munnu taka undir við teimum hugsjónum, sum USA varð grundað á – og júst tí eru nógv av okkum so nógv ímóti Trump. Í okkara eygum umboðar hann tað mótsetta av hesum hugsjónum.

Á sama hátt umboða tær radikalu kreftirnar í ísraelskum politikki og samfelagslívi eftir mínum tykki als ikki andan í zionismuni. Tey svíkja hana við síni grovu populismu og – eg loyvi mær at siga tað – rasismu.

Summi av teimum radikalu líkjast teimum ekstremistum, sum vilja oyða tey. Tey hava hugt so leingi niður í dýpið, at dýpið nú hyggur inn í tey.

Eg veit, at vit øll ikki eru samd um hetta – men lat okkum kjakast um tað. Tað er júst tað, sum bæði er framíhjárætturin og ábyrgdin, ið fylgir við frælsinum.

 

Skeivt, skeivt og skeivt

Eitt orð sigur, at har tveir jødar eru saman, eru tríggjar meiningar. Tað er tað, sum skapar dynamikkin í landinum á so mongum økjum.

Men onkuntíð, tá hundrað ikki-jødiskir stuðlar hjá Ísrael hittast, er bara ein meining. Og tann meiningin er, at alt, sum ísraelska stjórnin ger, er rætt.

Tað er skeivt, tí alt, sum stjórnin ger, er ikki rætt.

Tað er skeivt, tí tað sýgur iltina og dynamikkin úr kjakum og fær alt at steðga.

Tað er skeivt, tí tað bindur okkum niður í kjakinum við anti-zionistar, um vit skulu verja tað, vit ikki kunnu verja.

Tað er skeivt, tí fleiri kríggj eru í gongd – og eitt av teimum mest týðandi snýr seg um forteljingina. Um hvussu fólk í Vesturheiminum fata tað, sum hendir. Um umdømi Ísraels. At tapa hetta kríggið er tað, sum isolerar Ísrael. Tað verður sera skaðiligt í longdini, og eitt isolerað Ísrael kann glíða inn í nakað, sum vit ikki kenna aftur.

Hvat skal okkara svar vera, tá vit verða møtt við: “Hvussu kanst tú halda, at alt tað, sum ekstremistar í ísraelsku stjórnini gera og siga, er rætt?” – fylgt av fleiri dømum um ekstremar útsagnir?

Eftir mínum tykki er bara eitt gott svar: “Tað geri eg ikki.”

Tað er so nógv, sum má verjast í hesum kjakinum. Men vit missa møguleikan at gera tað, um vit støðugt tvinga okkum sjálvi at verja tað, sum ikki kann verjast.

Tí tá tað, sum kann verjast, og tað, sum ikki kann verjast, endar í sama potti – so verður potturin sum heild trupul at verja.

Tað ringasta, sum kann henda fyri ein stjóra í eini fyritøku, er at hava eina nevnd av fólkum, sum bara játta. Sum smikra fyri stjóranum. Sum eru ja-sigarar. Leiðarar hava tørv á mótstøðu og kritikki fyri at sleppa undan stórum mistøkum.

Júst tað sama er galdandi fyri politiskar leiðarar. Teir eru í vanda fyri at gera mistøk, tá teir eru umgyrdir av smikrandi fólki.

 

Der ewige Judenhass

Misskil meg ikki her: Eg skilji væl, hví nógv av okkum eru varin við at kritisera Ísrael á nakran hátt.

Orsøkin er, at landið er umgyrt av øllum øðrum enn ja-sigarum. Tað er umgyrt av deyðiligum fíggindum. Og í altjóða kjakinum verður zionisma viðgjørd sum ein ónd hugsjón.

Einki annað land á jørðini verður kritiserað og fordømt so nógv og so órættvíst sum Ísrael. Tað, at nógv fleiri ST-samtyktir eru vendar móti Ísrael enn móti øllum øðrum londum samanlagt, sigur alt. Er Ísrael veruliga verri enn Russland, Afghanistan, Iran, Yemen, Norður Korea, Sudan, Kina, Nigeria, USA og Belarus tilsamans?

Blivu Azerbaijan, Týskland, Turkaland, Liberia, Panama, Pakistan ella Bangladesh veruliga til á ein meira demokratiskan hátt enn Ísrael?

Hava turkar nakran lógligan rætt – ella nakað sum helst argument fyri– at herseta Norður-Kýpros?

Øll – eisini tey, sum samtykkja óteljandi resolutiónir í ST, og tey, sum rópa “from the river to the sea” á gøtunum – kenna svarini.

Men fólk eru trásett (t.e. sjúkliga upptikin) av Ísrael. Tey eru trásett av statinum hjá jødunum. Tey eru trásett av Ísrael, tí tað er staturin hjá jødunum.

Fólk eru – eins og tey altíð hava verið – trásett av jødunum.

Sum flóttafólk eru jødar forfylgdir fyri at blanda seg ov nógv við staðbundin fólk – og harvið “infiltrera” aðrar tjóðir.

Síðani eru teir noyddir inn í ghettoir – og so forfylgdir fyri at halda seg ov nógv fyri seg sjálvar og skapa paralell samfeløg. Statir í statinum.

Teir eru ikki slopnir at eiga jørð og bygningar, og harvið noyddir inn í handilsvinnuna. Síðani eru teir skuldsettir fyri at vera mistonkiliga dugnaligir til handil.

Teir hava verið forfylgdir fyri at vera eitt fólkaslag uttan nakran stat.

Og nú savnast fólk kring allan heim um ta hugsan, at teir ikki hava rætt til ein stat.
Tað verður kallað anti-zionisma.

Anti-zionisman er andlitið á antisemitismuni í okkara tíð.

Hetta er Der ewige Judenhass. Tað æviga jødahatrið.

 

Mann verjir best frælsi við at handla frælst

So eg skilji væl tey, sum siga: “Ísrael fær sín part av kritikki. Av fordøming. Av álopum. So lat okkum standa aftanfyri landið. Lat okkum stuðla tí í stríðnum. Lat okkum ikki gloyma, at Ísrael stríðist fyri okkara virði.”

Men hvørji eru okkara virði?

Tað er frælsi at hugsa frítt. Tað er kjak. Tað er okkara skylda at mynda okkara egnu meiningar og bera tær fram. Eisini mótvegis okkara nærmastu vinum.

Um vit ikki gera tað og verða ókritiskir ja-sigarar fyri ísraelsku stjórnina, svíkja vit sjálva hugsjónina, sum Ísrael er grundað á.

Fólkaræðisins framskotni skansi stríðist vegna allan frælsa heimin. Men hesin skansin hevur eisini tørv á stuðli frá frælsa heiminum. Og ekstremistarnir máa støði undan hesum stuðli. Tað ger forsætisráðharrin eisini, tá hann ikki tekur frástøðu frá teimum.

So latið okkum verja grundarlagið. Men latið okkum, í anda frælsisins, demokratisins og zionismunnar, opið kjakast og vera ósamd um alt hitt.

Latið okkum gera tað, tí tað er rætt – og tí tað setur okkum í eina nógv sterkari støðu, tá vit taka dystin upp móti fíggindum Ísraels og fíggindum frælsisins.

Vit eru í einari betri støðu at verja frælsi, tá vit sjálvi bera okkum at sum fræls fólk.

 

Bindvinkulin

Eg vil enda við nøkrum orðum um tann blinda vinkulin í altjóða stríðnum um demokrati øðrumegin og islamismu hinumegin.

Eg havi verið við í nógvum kjakum um hetta. Tað hevur givið mær innlit í eina politiska alliansu, sum við fyrsta eygnabrá tykist torfør at skilja, men, tá tú hyggur nærri at henni, bæði verður skiljandi og rættiliga órógvandi.

Tað er alliansan millum ta sekuleru, politisku rørsluna á ytsta vinstravonginum og tað religiøsa, islamistiska høgra.

Hvussu kann henda alliansa, sum vit síggja kring allan Vesturheimin, vera møgulig? Hvussu kunnu fólk, sum ikki tykjast hava nakað til felags, ganga saman undir somu slagorðum?

Mín teori er, at vit eru vorðin so sekuler og so rationell, at vit eru vorðin blind fyri teimum irrationellu virðum, sum okkara samfeløg og mentanir byggja á.

Religión hevur so lítið pláss í dagliga lívinum í Vesturheiminum í dag, at nógv fólk ikki eingang eru tilvitað um, at okkara menniskjasýni – og harvið eisini hátturin, vit hava skipað okkara samfeløg – í stóran mun byggir á kristindóm.

Henda vantandi vitanin um týdningin av religión ger okkum blind fyri tí risastóru styrkini, sum religión hevur í bæði politikki og kríggi – eisini í dag.

Religión motiverar ikki okkum longur – og nógv av okkum eru ikki før fyri at skilja, at hon motiverar onnur.

Eg havi sitið í fleiri panelum, har fólk púra opið hava avnoktað, at religiøs motiv eru drívmegin handan kríggini móti Ísrael.

Tað er at avnokta tað eyðsýnda.

Álopið tann 7. varð kallað the Al Aqsa Flood. Málið var at drukna Ísrael í islamismu. Menn róptu “Allahu Akbar”, tá høvd vórðu høgd av. Jihadistar í Libanon, Yemen, Irak, Sýria og Iran fóru upp í kríggið í teirri trúgv, at teir gjørdust martýrar, um teir doyðu. Júst sum tá ISIS var í hæddini.

Men hóast fólk, sum fremja yvirgang, beinleiðis siga, at teirra motiv eru religiøs – í manifestum, í persónligum brøvum og í privatum videoum – so eru nógv sekuler, rationell fólk, sum ikki megna at skilja tað. Og tá tey ikki kunnu góðtaka tað, tey ikki skilja, avnokta tey tað.

Tí seta tey fram aðrar – rationellar og politiskar – frágreiðingar fyri, hví onnur gera, sum tey gera.

Tey taka rættin frá øðrum at definera, hví tey gera tað, tey gera.

Søgan er altíð tann sama. Hvørt einasta islamistiska álop verður grundgivið við at siga, at tey, sum gera tað, eru offur. Offur fyri søguni. Offur fyri politikki. Sosial offur. Mentanarlig offur. Offur fyri vesturlendskari søgu, vesturlendskum virðum og vesturlendskum yvirvaldi.

Offur fyri øllum tí, sum ytsti vinstrivongurin hatar so inniliga.

Og so siga gamlir kommunistar og teir nýggju fylgjarar: Hetta prógvar okkara sjónarmið. Vesturheimurin er óndur – hygg bara at hansara desperatu offrum.

Tí finst henda løgna alliansan millum tað ytsta politiska vinstra og tað ytsta muslimska høgra. Virðini eru ymisk – men fíggingin er tann sami!

 

Ov rationel til at síggja tað irrationella

Sannleikin er, at islamistiska kríggið móti Vesturheiminum verður motiverað av júst tí, sum tey, ið stríðast tað, sjálvi siga, at teirra motiv er: religión.

Nakrir av 11. september-terroristunum lósu á vesturlendskum universitetum. Teir vóru ikki fátækir. Tey vóru ikki útstoyttir. Teir vóru ikki offur fyri vesturlendskum valdi. Men teirra sinnið var blivið offur fyri eini totaliterari hugsjón, sum lovar fólki heiður í himli um tey fremja ræðuligar gerðir í lívinum hesumegin.

Vit eiga at trúgva fólki, tá tey sjálvi siga seg trúgva, at tey sleppa til himmals fyri at drepa onnur.

Men nógv av okkum gera ikki tað.

Tí íkemur tann stóri blindvinkulin, sum fólk leggja allar møguligar frágreiðingar inn í.

Hendan royndin at forklára hví onnur gera tað, tey gera, ger fólk blind fyri tí, sum veruliga hendir.

Rationalisman hevur latið eygu okkara upp á nógvum økjum – men tað absurda er, at hon samstundis hevur gjørt nógv av okkum blind fyri tí irrationella.

 

Søguloysi

Tað er kortini ikki bara hetta, sum gera okkum blind.

Tað er eisini vantandi vitan um okkara egnu søgu.

Vit eru kontinentið hjá Al-Andalus. Hjá Ottomanaríkinum. Hjá 30-ára krígnum. Hjá krossferðunum. Hjá brenningini av heksum.

Vit hava sjálv dripið í navninum á okkara egnu religión í øldir.

Vit høvdu ikki verið blind fyri tí, sum hendir í dag, um vit kendu hesa søguna.

Men nógv av okkum kenna hana ikki. Og m.a. tí duga tey ikki at skilja, at eitt kríggj um virði herjar. Tey síggja ikki eingang, at tað er ein konflikt.

Islamistiskir jihadistar eru heilavaskaðir av einari altumfatandi religiøsari, politiskari og nationalistiskari hugsjón.

Hjá okkum hevur rationell hugsan tikið yvir í so stóran mun, at vit ikki bara hava mist okkara egnu religión – vit hava eisini mist førleikan at skilja, at onnur fólk hava eina religión, og at tey handla út frá henni. Eisini tá tey opið siga, at tað er júst tað, tey gera.

Tað er trupult at verja seg móti nøkrum, tú ikki skilir og ikki sært. Tað er ógjørligt at verja seg móti nøkrum, tú ikki heldur vera til.

Tí kunnu vit tapa tað stríðið, vit standa í.

Tað er ikki tapt enn. Men um nøkur av grannalondunum hjá Ísrael og harkaliðini í vesturlendskum býum fáa sín vilja. Um anti-zionisman vinnur og Ísrael fellur. Ja, so fer ein spurningur at sveima yvir øllum Vesturheiminum:

Hvør verður næst? Hvat fyri land stendur nú fyri?

 

At verja Ísrael er stundum at kritisera Ísrael  

So latið okkum lata eyguni upp.

Lat okkum verja okkara virði.

Lat okkum verja zionismuna og Ísrael.

Men lat okkum gera tað við opnum eygum og eini kritiskari tilgongd.

At verja alt tað, sum ísraelska stjórnin sigur og ger, er ikki at verja Ísrael.

Viðhvørt verja vit Ísrael best við at harta ávís fólk, sum sita við valdinum í Ísrael, og at kritisera, at ávís fólk í landinum fáa serstøk rættindi orsakað av teirra religión.

Vit eiga ikki at verja alt, sum er ísraelskt, bara tí at tað er ísraelskt.

Vit eiga ikki at verja fólk, bara tí at tey hava vald í Ísrael.

Vit eiga at verja okkara virði.

Júst tí eiga vit at verja fælsisins framskotna skansa í Miðeystri. Og júst tí eiga vit ikki at gera tað treytaleyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…