Kamarsbrakið mikla
Nú verða allarseinastu fyrireikingarnar gjørdar til stóru heiðurskonsertina fyri Tey av Kamarinum í Varpinum. Konsertin er endabresturin á Várljóð, sum er tónleikavika í Norðoyggjum. Tað er Visit Norðoy, sum stendur fyri Várljóð, og vikan hevur eydnast avbera væl.
Leygarkvøldið verður endabrakið. Tá fara fleiri av okkara allarbestu at tulka løg hjá Teimum av Kamarinum, og konsertin verður hildin í allarbestu umstøðum – í Varpinum. Konsertin varð útseld so at siga beinaveg, og tí varð avgjørt at bjóða eina eykakonsert sama kvøld. Enn eru atgongumerki tøk til seinnu konsertina kl. 21:30. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.
Í stuttum: Dámar tær góðan tónleik, framførdan av frálíkum tónleikarum í einastandandi umstøðum, so skal tú seta kósina móti Varpinum í annaðkvøld.
Á myndini síggjast SWAY gera ljóðroynd, og vit kunnu heilsa, at tað ljóðar serstakliga væl.