Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðrið er umleypandi. Í dag liggur ein hátrýstryggur við góðum veðri yvir okkum. Eitt fleyr er av ymsum ættum, loftið klárt ella smáskýggjað. Okkurt ælið er í støðum. Hetta er góða løtan, áðrenn illveðrið. Fyrrapartin í morgin er bæði vindur og regn. Út á seinnapartin blíðkast aftur. | Mynd: Finn Johannessen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.04.2026 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Veðrið um vikuskiftið fer at vera eitt sindur umleypandi. Í dag liggur ein hátrýstryggur við góðum veðri yvir okkum, men hann steðgar ikki leingi, tíverri. Eitt djúpt lágtrýst er statt einar 4/500 fjórðingar í útsynning úr Føroyum. Nógvur vindur er rundan um tað, og nógv avfall eisini.

Vit fara ikki at merkja tað allar ringasta av tí, men tað fara tey sum búgva í Suðuroyggjum (Hebridunum). Tá ið tað er komið nærri, fer hann at leggja seg í landsynning ella eystan, so so fer vindurin at veksa.

Taka vit fyrst veðrið hetta til morgin ári, hava vit eitt fleyr av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Í kvøld veksur hann upp í frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, og tað dregur á luftina. Í nátt veksandi upp í hvassan vind ella skrið eystan ella landsynningi, 15 til 20 m/s, samdrigið og ælaveður, men fram ímóti morgni regn.

Hitin í dag 4 til 8 stig.    

Fyrrapartin í morgin er hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn, í støðum kanska kavi. Seinnapartin og annaðkvøld minkandi so við og við niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður við regni, í erva norðanfyri kanska kavi. Um náttina frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Hitin í morgin 3 til 8 stig.

Sunnudagin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við kava. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið.

Hitin sunnudagin 4 til 8 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið