Lýsing
Lýsing
Vinnumenning í Norðoyggjum á breddanum
Í morgun eru umboð fyri vinnulívið, leiðsla í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu og politikarar í Klaksvíkar býráð í Rótini, har arbeitt verður við eini felags kós.
Kósin fyri vinnumenning í Norðoyggjum verður sett fyrrapartin í Rótini. Ætlanin fyri dagin er at niðufesta eina framtíðar missión fyri vinnumenning í Norðoyggjum á blað.
Ítøkiliga arbeiða tey uppmøttu við hesum setningum:
- Hvørja vinnuliga framtíð vit ynskja í Norðoyggjum
- Hvørji átøk skulu raðfestast
- Hvussu vinnan og kommunan kunnu samstarva, fyri at hetta kann eydnast
Dávur Høgnason og Fríða Næs hugleiða um ynskiligu framtíðina, og verkstovan verður framd saman við Christian Bason, ið hevur drúgvar royndir við, hvussu kommunur og vinnulív saman kunnu skapa eina ynskiliga framtíð.
Arbeitt verður í verkstovum og síðani eru framløgur
Seinastu tíðindini