Hanus forkunnuga vitjan
Tað er altíð áhugavert at vitja Hanus Hansen, sum er lættur av lyndi, hevur nógar søgur at siga frá, og so er hann serstakliga blíður og fyrikomandi.
Í dag vóru ísraelski sendiharrin í Danmark, Zvi Tal og konan á vitja hjá Hanus Hansen, stjóra á Kósini. Teimum á baki komu okkara nýggi løgmaður, Beinir Johannesen, landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni og borgarstjórin, Karl H. Johansen eisini á vitjan.
Vitjanin er komin í lag orsaka av Samuel Rachlin, sum var í Klaksvík á Torradøgunum og helt fyrilestur um geopolitisku støðuna í heiminum. Eftir fyrilesturin vitjaður vit Hanus Hansen, sum greiddi frá virki sínum.
Samuel var so hugtikin av Føroya-vitjanini og Klaksvík, og ikki minst av Hanusi, sum hugtók hann nógv. Tá ið hann frætti, at Zvi Tal skuldi til Føroya, legði hann honum dýran við, at tú mást fara til Klaksvíkar at hitta Hanus. Síðani setti Samuel okkum og samband við hvønn annan, og tað var ikki hálvtalað orð við Hanus, so lá alt ræði – Vit vóru vælkomnir!
Hanus greiddi frá virksemi sínum bæði á sjógvi og landi, eisini í Grønlandi. Um fiskileiðir og fiskasløg og um nýggjasta krúnuna á verkinum, Gadus, sum var eitt framkomið skip, ið kundi virka alla fiskavøruna umborð, so einki fór útaftur.
Fiskurin var skorin til flak beint eftir, hann er komin á dekkið, restin virkað til mjøl og lýsi. Fyrr fór hesin seinni parturin bara í havið. Nú fingu teir so nógv fyri lýsið, at tað bar kostnaðin av oljuni til skipið fyri túrin.
Men ikki minst hugtók frásøgan um sluppirnar og seinni trolararnar, sum fiskaðu vítt umkring - og uppi við Ísland undir krígnum, sigldu síðani ta longu leið til Onglands, har teir seldu fiskin, hetta undraðist Zvi á – Teir forvunnu hópin av peningi, men var hetta dýrtvunnin peningur, tí nógvir sjólótust av krígsávum hesi vandaárini.
Serliga tøkkin til føroysku sjómenninar frá Churchill, har hann minti á stórverk føroyinga undir krígnum, hugtók Zvi. Hann metti, at nógvir ísraelar høvdu stóra virðing fyri Churchill, sum eina skilagóða fyrimynd.
At JFK-Trol, Gadus og Kósin hevði ein so týðandi marknað sum Ongland, og at teirra vørur høvdu fleiri heiðursmerki og eisini verið við til at vunnið Fish & Chips-kappingar har, var hann bergtikin av.
Jú, prátið við Zvi hjá Hanus, Jógvan og annars við gestirnar Beinir Johannesen, Bárður á Lakjuni og borgarstjóran, Karl H. Johansen, gekk væl, har teir hvør í sínum lagi høvdu nógv at siga frá.
Borgarstjóran, Karl H. Johansen, nýtti eisini høvið at bera sendiharranum, Ziv Tal eina gávu frá býráðnum.
Talan var um ein frídag hjá sendiharranum í dag, har hann hevði sett Klaksvík á ynskilistan sum eina óformella vitjan, har samskifti og samband annars vóru av so stórum týdningi.
Áðrenn leiðin lá suðuryvir aftir, varð stokkið inn á golvið í Varpinum, har sendiharrin sá húsið og stórsalin við teimum góðu ummælunum. Hann fekk eisini at vita, at higani úr Klaksvík hevði Páll Sólstein spælt við Jerusalem Symfoniorkestri frá 1992 til 1994.
Síðani lá leiðin út á havnalagið til NFCS, har hugt var eftir, meðan teir innskipaðu nýveiddan fisk. Men við tað eina frystaríið lógu hópin av fyrska floks toska-, hýsu- og kalvaflaki, ið sendiharrin fekk við sær sum eina góða áminnirn frá Hanusi og Jógvan Hansen um Klaksvík, tá ið hon er best.
Zvi Tal og konan takkaðu hjartaliga fyri ein frálíkan dag í Klaksvík, sum tey vildu goyma væl og fjálga um í minni teirra.