Lýsing
Lýsing
Lýsing
Básurin hjá Vónini á Atlantic Fair. | Mynd: Egin mynd.

Vónin hevur góðar vónir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.05.2024 - 19:39 Vinna

Fyritøkan Vónin byrjaði í 1969, og tað vóru sjómenn, sum byrjaðu fyritøkuna. Fyritøkan byrjaði í Fuglafirði og hevur høvuðsskrivstovu og tríggjar deildir í Føroyum – í Havn, í Fuglafirði og við Norðskála. Hvør deild er spesialiserað á hvør sínum øki. Í Fuglafirði vendir Vónin sær serliga til tað pelagiska og selur reiðskap til tað, í Havn er tað meira botnreiðskapur, meðan deildin við Norðskála serliga vendir sær til alingina.

Bogi Nón er marknaðarleiðari á Vónini, ið luttekur við stórum, snotiligum bási á Atlantic Fair. Hann greiðir frá, at fyritøkan eisini hevur 4 deildir í Grønlandi, 1 í Canada, 5 í Noregi, 2 í Skotlandi og 1 í Danmark, umframt eina stóra framleiðslueind í Litava. Deildin í Danmark arbeiðir við at menna nýggjan reiðskap, og ein deild afturat er ávegis í Skotlandi. Samlað í allari Vónar-koncernini eru umleið 450 starvsfólk. Av teimum starvast umleið 100 starvsfólk í Føroyum, og tað hevur verið rættiliga javnt í nokkso mong ár.

Starvsfólkahópurin á Vónini er rættiliga breiður, bæði tá tað kemur til útbúgvingar, og tá ið tað kemur til aldur. Í starvsfólkahópinum hevur Vónin bæði heilt ung fólk beinleiðis úr 9. ella 10. flokki, og sjómenn, sum eru komnir upp á land eftir eitt drúgt lív á sjónum. Áskoðanin hjá Vónini á hetta er, at talan er um eina góða blanding. Dømi eru um ungar dreingir, ið hava lært seg at fáast við trol hjá Vónini, sum fáa góðar tjansir sum trolpassarar við skipum. Á Vónini síggja tey eisini hesar menninar aftur millum túrarnar, tá teir koma á Vónina at taka eina hond í.

Kjarnuvirksemið hjá Vónini er trolreiðskapur og tað, sum hartil hoyrir, m.a. lemmar. Afturat hesum kemur so aliútgerð, herundir alinótir og “fortøjningar”. Til alla hesa vøru hoyrir eisini tænasta, viðlíkahald og umvælingar av útgerðini. Fyritøkan spennir eisini yvir nógvar førleikar so sum verkfrøði, sølufólk, fyrrverandi skiparar og stýrimenn, sum kenna trolreiðskapin væl, og hartil koma fleiri teknikarar, roknskaparfólk og umsitarar.

Um Atlantic Fair sigur Bogi Nón, at:

– “Hetta er eitt stað, har vit kunnu møta øllum kundunum í branchuni, bæði í fiskivinnuni og serliga í alivinnuni, og tað er ein týðandi partur av okkara marknaðararbeiði og sølufremjan at vísa okkum her, heilsa upp á kundar og sýna fram, hvat vit hava at bjóða”, sigur marknaðarleiðarin og heldur fram:

– “Gongdin í fyritøkuni hevur verið góð, og Vónin hevur sæð ein vøkstur tey síðstu mongu árini. Samlað fyri alla Vónar-koncernina tosa vit um umleið 625 milliónir fyri 2023, so tað eru stór tøl, vit tosa um. Framtíðarútlitini eru eisini góð, og vit síggja stórar møguleikar fyri framman. Alivinnan hevur tað gott, uppsjóvarvinnan somuleiðis, meðan botntrolararnir stríðast nakað fyri tíðina, men í tí stóra og heila síggja vit positivt upp á tað”, sigur Bogi Nón at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…