Lýsing
Lýsing
Lýsing
Óstøðug luft vestaneftir. Loftið er hálvskýggjað, og okkurt ælið er eisini. Tey síggjast langt burturi í sjónarringinum. | Mynd: Jógvan Horn

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.03.2026 - 12:15 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer at vera ávirkað av einum lágtrýsti, sum grynnist norðanfyri og fer sum frá líður vekk. Ein hátrýstryggur fer at leggja seg um okkara leiðir sum hesin dagurin gongur, og hann hevur við sær gott veður í dag og í morgin – t.e. lítil vindur og ælaveður.

Sunnunáttina er hátrýstryggurin farin eysturum, og í tess stað kemur eitt nýtt lágtrýst við regni.

Tað hevur verið eitt lítið lot av útsynningi síðan í morgun. Vindferðin er 3 til 8 m/s. Í erva er hálvskýggjað, og okkurt ælið. Seinnapartin fer hann upp í vestan, annars sama veður. Í kvøld og í nátt 5 til 10 m/s vestaneftir, hálvskýggjað og ælaveður.

Hitin í dag 2 til 6 stig.

Í morgin fer at vera lítið lot vestan, tað er minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað, ælaveður á morgni, men so er bert okkurt ælið í støðum restina av degnum. Í annaðkvøld gongur hann niður í sunnan og veksur vindin eitt lítið sindur, upp í 3 til 8 m/s, men enn er smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin í morgin fer at vera sum í dag, 2 til 6 stig.

Sunnunáttina fer veðrið at broytast aftur. Hann fer at veksa vindin upp í 10 til 15 m/s av landsynningi, tað fer at draga á luftina, og fram móti morgni fer at regna. Fram ímóti middegi støkkur hann vesturum til útsynning, og tað slítur í – tó enn ælaveður. Vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s.

Restina av sunnudegnum er upp í 10 m/s av útsynningi, hálvskýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin sunnudagin líka sum í dag og morgin, 2 til 6 stig. Í hæddunum niður í frostmarkið.      

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið