Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsuverkið má raðfestast

SKRIVAÐ: Martin Drangberg  |  12.03.2026 - 19:04 Politikkur Tíðindaskriv

Heilsuverkið er ein av teimum mest grundleggjandi tænastunum í okkara samfelagi. Øll eru vit tengd at tí – sum sjúklingar, avvarðandi ella starvsfólk. Tí er tað avgerandi, at vit halda fram at menna og styrkja heilsuverkið, so tað kann lofta teimum avbjóðingunum, sum eru í dag og í framtíðini.

 

Ein týdningarmikil liður í hesum er at virðismeta tey starvsfólk, sum hvønn dag bera heilsuverkið. Ein árligur skattafrádráttur á 25.000,- kr til starvsfólk í heilsu- og røktarøkinum er eitt stig í rætta leið. Tað er bæði ein viðurkenning av teirra arbeiði og eitt ítøkiligt amboð til at halda fast í og draga til okkara dugnalig fólk.

Somuleiðis er tørvur á at byggja út og menna tænasturnar. At seta eina rehabiliteringsdeild á stovn og gera eina greiða heildarætlan saman við heilsufakfólkum kann tryggja, at vit arbeiða meira fyribyrgjandi og samanhangandi. Tað er eisini neyðugt at stytta bíðitíðirnar til bæði kropsliga og sálarliga viðgerð, tí hjálp má koma, tá ið tørvur er á henni.

Serligur dentur eigur eisini at leggjast á sálarliga heilsu, ikki minst hjá børnum og ungum. Tí er tað umráðandi, at Barna- og Ungdómspsykiatriin verður styrkt og raðfest.

Samstundis er mentan og útbúgving ein grundarsteinur í einum sunnum samfelagi. Skúlaskipanin skal tryggja góðar karmar fyri bæði næmingar og lærarar, so vit kunnu geva okkara børnum bestu møguleikar at mennast.

 

Við greiðari raðfesting, samstarvi við fakfólk og dirvi til at finna nýggjar loysnir, kunnu vit skapa eitt sterkari heilsuverk og eitt betri samfelag fyri øll.

 

Tað er ein íløga í bæði menniskju og framtíð okkara.

 

X við Martin Drangberg

X við Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…