Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Varpið var meir at kalla fullsett til grækarismessuhald í dag. Vit prenta røðuna hjá Per niðanfyri.
Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & K skótarnir í Klaksvík skipaðu fyri, har eisini Klaksvíkar Hornorkestur spældi, áðrenn og aftaná frálíku røðuna hjá Per Jacobsen.
Hans Hjalti Skaale og Harald Petersen spældu undir til fýra frálíkar vársangir
Eftir haldið varð boðið niður undir í foyerina til ein kaffimunn.
Røðan hjá Per Jacobsen kann lesast niðanfyri.
Takk fyri álitið og høvið at sleppa at stíga á røðarapall í Varpinum.
Eg eri fyrrverandi úlvaungi og skóti. – Hóast eg ikki eri virkin í dagliga skótavirkseminum, havi eg verið virkin á annan hátt, til dømis á arbeiðsdøgunum eysturi í Skúvadali tey seinastu árini.
Harumframt fáist eg við at granska ta gulu skótasøguna í Klaksvík.
Tí fari eg millum annað at taka nøkur stutt søgubrot fram í dag. –
Góðu títtlingar, úlvaungar, skótar, hornblásarar og øll onnur í Varpinum!
Í dag er grækarismessudagur. Skótalið Nólsoyar Páll er stovnað hendan dagin í 1944. Fyri 82 árum síðan.
Føroyska skótarørslan byrjar fyri hundrað árum síðan. Kyndilsmessudag 2. februar í 1926 verður skótalið stovnað í Havn undir navninum Sigmund Brestissons Trop. Seinni broytt til Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum í hesum døgum hátíðarheldur hundrað ára stovningardag.
Fyri at greina ein lítlan part av skótarørsluni her á staðnum, skulu vit fyrst flyta okkum út í býlingin í Víkunum. Í tíðarskeiðnum 1927 til 1929 var eitt skótalið virkið í Víkunum. Ungu dreingirnir vóru 18 í tali. Teir nevndu seg Nólsoyar Pálls fylki.
Sigurd Joensen, sum seinni fekk eftirnavnið Berghamar, var føddur í Havn í 1910. – Í 1914 flutti hann við foreldrunum til Klaksvíkar.
Hann fekk arbeiði í handlinum hjá Kjølbro í 1924.
Sigurd var hesi árini virkin í ungdómsarbeiði. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Nólsoyar Pálls fylki.
Teir málaðu fløgg. Eitt vimpulflagg við einum tjaldri á og eitt fýrkantað flagg við einum veðri á.
Teir fóru útferðir. Teir gingu til Árnafjarðar. Teir vóru í Gøtu, har teir lógu í tjaldi í haganum. Teir marsjeraðu við trummu til Søldarfjarðar.
Ein túr gjørdu teir til Havnar við motorbáti at vitja skótavinir í Havn.
– – –
Nú flyta vit okkum heim í Vág. Undir seinna veraldarbardaga vuksu fleiri dreingir upp í býlinginum í Vági. Á hásumri 1943 tóku 16 teirra seg í eitt felag – eitt skótalið.
Teir nevndu seg Vágs Skótar Tjaldur. Stytt VST.
Teir útvegaðu sær trý tjøld og býttu seg upp í tríggjar deildir.
Teir settu tjøldini upp í Vágstúni, sum tá í tíðini var ein grasfløta. Somuleiðis settu teir tjøldini upp á fløtuni úti í Grøv, har teir eisini svumu.
Teir markeraðu seg við at marsjera og vísa fløgg, tað føroyska flaggið, Merkið, og teirra egna heimaseymaða vimpulflagg við einum flúgvandi tjaldri á. Ein summardag vóru teir útferð við fløggum í Uppsalahaga.
Teir kluvu upp á Sólstein. Har heilsaðu teir við fløggunum.
Teir sungu egnan yrktan sang við heitinum “Fylgist-vágsdreingir”.
Árið 1943 endaði við eksamiu, próvtøku í ymiskum fakum: lesa føroyskt, skriva føroyskt, rokning, danskt, skriving og religión. – Eg kann leggja afturat, at eingi skoðsmál eru tøk í søgubókini, so har fáa vit einki at vita um teirra dugnaskap.
– – –
Robert Joensen hevði frálíka góðan hug til at gera eitt skótalið, sum skuldi galda fyri alla bygdina. Vágsdreingirnir úr VST-skótaliðnum møttu heima hjá Roberti. Har bleiv tosað um mangt viðvíkjandi einum skótaliði.
Robert helt tað vera best at hava tveir hjálparar afturat. Ásmundur úr Hvalvík og Johan Martin Samuelsen (vanliga nevndur Hannemann) blivu tiknir út til hjálparar. Nú var málið, ið teir høvdu sett sær fyri, fullført.
Vágs Skótar Tjaldur gjørdist til eitt skótalið fyri alla bygdina undir navninum Skótalið Nólsoyar Pálls – stytt SNP.
– – –
Eyðkenni fyri skótaliðini eru myndirnar av tjóðfuglinum.
Tjaldrið er málað á vimpulflaggið hjá Nólsoyar Pálls fylki.
Tjaldur á flogi er seymað á vimpulflaggið hjá Vágs Skótar Tjaldur.
Tjaldrið er í fuglakvæðinum, sum Nólsoyar Páll hevur yrkt, ímyndin av Nólsoyar Pálli sjálvum, sum við snildum lýsir persónarnar í fuglalíki.
Tað kann hugsast, at hjá ungu dreingjunum hevur tjaldrið verið hugmyndin av skótarørsluni her á staðnum.
Vit kunnu burtur úr hesum siga, at grækarismessa, sum eisini verður rópt tjaldursdagurin, hóskar væl sum stovningardagur Skótalið Nólsoyar Pálls.
– – –
Á vári 1950 fekk Skótalið Nólsoyar Pálls egið skótahús á Skúlatrøðni.
Skótahúsið fekk navnið Uppistova. Har helt SNP til øll fimmti-, seksti- og sjeytiárini. Nýggja Uppistova varð tikin í brúk fyrst í áttatiárunum.
Navnið Uppistova stavar helst frá bóndahúsunum Uppistova á Oyri, har Nólsoyar Páll sat við bóndagarðinum í eina tíð áðrenn hann flutti inn á Myrkjanoyrargarðin, sum í dag eisini verður nevndur Biskupsstøðgarðurin.
– – –
Sunnudagin 11. mars 1951 var fyrstu ferð skipað fyri grækarismessuhaldi í Klaksvík.
Klokkan 3 seinnapartin byrjaði hornorkestrið at spæla úti í Klaksvík.
SNP-skótar, KFUM-skótar og fimleikagentur gingu skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum norður á Stengurnar, heim eftir Garðavegnum, longur heim eftir Heygavegnum, heim um gamla skúla, norð móti nýggja skúla og niðan í skúlagarðin.
Í skúlagarðinum spældi hornorkestrið.
Fundarfólkið sang: “Tjaldur ver vælkomið”. Símun Petur Zachariasen, lærari, helt røðu um tjóðfuglin.
Eftir røðuna sang fundarfólkið: “Mær leingist at fevna teg grønkandi vár”. Síðan helt J.Símun Hansen, lærari, røðu um upprunan til grækarismessuna.
Til endans sang fundarfólkið: “Vár við lýggjum vindi”. –
Hesir tríggir vársangir til saman lýsa markið millum vetur og vár.
Meðan vit leingjast eftir árstíðini, sleppa vit vetrinum og taka væl í móti várinum, sum kemur við lýggjari vindi. Kavafonnin fer at gráta. Heiðar og líðir grønkast. Foldin sprettur og spírar. Flytifuglurin tjaldrið vendir trúgvur aftur úr fjarskotnum londum at byggja reiður.
– – –
Sum sagt so var eg virkin skóti. Einaferð vóru vit úti í Grøv í góðveðri.
Vit tóku brekkuna niðan til Tesíluna, sum er ein passaliga djúpur hylur nakað niðan fyri Krákufoss í Gravará. Har svumu vit.
Á vegnum heimaftur eftir Oyrarvegnum vórðu vit steðgaðir av, einum fyri okkum, ókendum manni. Hesin maðurin tók okkum við niðan um vegin til ein stein. Hesin steinurin líktist einum kríatúri, einum seyði hildu vit. Hesin ókendi maðurin segði við okkum, at steinurin var minnisvarðin yvir skalvalopini í Gerðalíð, og so peikaði hann niðan í líðina, niðan í hagan, og greiddi okkum frá um vanlukkurnar báðar, sum hendu grækarismessudag 12. mars 1745 og 1765. Eisini vísti hann okkum á farvegin av húsagrundum, og segði hann okkum, hvar vit vóru staddir, nevniliga Uppi á Grundum í Gerðum. Hann legði dent á, at ungdómar og skótar eiga at hoyra søguna og at læra bygdasøgu okkara. –
Nú kunnu tit vaksnu og eldru kanska gita hvør hesin ókendi maður var. –
Seinni, sum eg vaks til, rann tað upp fyri mær, at hetta var fróðarmaðurin Robert Joensen, sum so greidliga hevði greitt okkum frá um skalvalopini. Í dag fyri 81 árum síðan var hann saman við øðrum ættarfólki við til at reisa hendan steinin til minnis um ættfedrar sínar. –
Í dag fyri 82 árum síðan var hann saman við vágsdreingjum við til at stovna Skótalið Nólsoyar Pálls, sum er galdandi fyri alla bygdina.
– – –
Skalvalopini minna okkum á, at náttúran við sínari sterku og magnmiklu megi ikki er at spæla við!
Men vit kunnu frøast um, at náttúran er góð at spæla í. –
Og nú má eg flyta meg eystur í Skúvadal.
Har náttúran hevur givið okkum eitt vítt og frítt spælipláss,
undir víðum og fríðum lofti.
Í lágfjallabeltinum, á umleið 300 metra hædd, liggur dalurin víð opin við síni upprunanáttúru. Har er vøkstur og lívfrøðiligt margfeldi. Har grógva urtir og plantur sum blóma.
Áin rennur rein og ódálkað. Kviku sílini búnast í áarhyljum.
Har hoyrist áartutl og fossadun. Har ljómar vakur heiðafuglasongur.
Tað yndisliga og sermerkta spógvalátið, tað eyma og blídliga láarbríkslið,
tað hvølla mýrisnípugneggið og tað eyðkenda, snjalla tjaldursklippið.
Hesin vakri heiðafuglaljómur til saman ber boð um, at nú er brátt summar í hondum.
Eg eri so heppin at verða boðin við, tá ið skótadagar eru eysturi í Skúvadali.
Tilhaldsstaðið er Skúvadalshúsið, sum bleiv reist 15. juni 2016 og stóð liðugt málað á jóansøku sama ár.
Á skótadøgunum verður flagg okkara, Merkið, knýtt í flagglínuna við tí trygga og væl kenda flaggknútinum. –
Meðan úlvaungar og skótar heilsa, við høgru hond upp til pannuna, verður Merkið vundið á stong.
Kenda skótateknið, tríggir teir fremstu fingrarnir, minna okkum á tey trý liðini í skótalyftinum - og ringurin, ið lítlifingur og tummilin gera, minnir okkum á felagsskapin millum skótar, at skótar kring allan heimin eru vinir.
Flaggsangurin, Sjá tú blánar, verður sungin.
Við ágrýtni verður farið at læra at spleysa endar saman og at knýta knútar.
Við góðum spælihugi verður stillað upp til stuttlig sangspøl og avbjóðandi rørsluleikir.
Til innihugna eru skemtisøgur og spøl, streingjaljóðføri og skótasangir,
nýbakaðar pannukøkur, súltutoy og rómi og blandað saft afturvið.
– – –
Áðrenn legubálið slóknar, fari eg at lesa legubálssangin:
Bjørt glógva tjøld í vestursól
við bláa Fjallavatn.
Nú reiða skótar náttarból
við bláa Fjallavatn.
Til hvíldar nú hvør skóti fer,
so strævin dagur var,
við gleði hann tó dagsverk ger
og goymir minni kær.
Um alt tað vakra, sum hann sá
egg, ungar, blómubøkk,
og lómapar á vatni lá,
tá sól í havið søkk.
Nú slóknar lítla skótabál,
og roðin kámast brátt,
í tigni nígur kvirr hvør sál,
nú loft gerst fagurt blátt.
Og fjallablóman bløð so smá,
nú drýpur høvur sítt,
og svøvnligt syngur lítil á
hvønn drong í svøvn so blítt.
Lat okkum gleðast um, at Jákup Bernhard Joensen, betur kendur undir skaldanavninum Bernhard Brim, á liðfundi í Uppistovu á heysti 1951 gav okkum legubálssangin í varðveitslu. –
Takk fyri og góða grækarismessu!