Lýsing
Lýsing
Lýsing

Banna Brainrot

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  12.03.2026 - 23:54 Politikkur Tíðindaskriv

Sosialir miðlar fylla nógv í gerandisdegnum hjá bæði ungum og vaksnum. Teir sosialu miðlarnir geva okkum nógvar fyrimunir, men samstundis síggja vit eisini vaksandi avbjóðingar, serliga hjá børnum og ungum.

 

 

Tíðin er búgvin til, at vit seta eitt aldursmark á sosialar miðlar!

Í dag eru nógv børn á sosialum miðlum langt áðrenn tey í veruleikanum eru búgvin til at handfara tað trýstið, og tað innihaldið, ið ferðast har. Gransking vísir, at nógv ung uppliva trýst, samanberingar og neiligar viðmerkingar á teimum sosialu miðlunum, og hetta kann hava eina neiliga ávirkan á sálarheilsuna. Samstundis eru sosialir miðlar eisini ein staður, har børn verða útsett fyri óhóskandi innihaldi, grooming, følskum profilum og talgildari happing.

Sosialir miðlar eru komin fyri at vera, og pallarnir hava nógv gott við sær. Men vit hava eisini ábyrgd av at tryggja, at okkara børn og ungu fáa ein tryggan og sunna uppvøkstur, eisini á netinum. Tí eiga vit at taka kjakið. 

Eitt aldursmark hevði ikki loyst allar avbjóðingarnar. -Men eitt lógarásett aldursmark hevði gjørt boðskapin greiðan. Vit taka trivnaðin hjá børnum og ungum í álvara, og tað hevði samstundis verið eitt stig á leiðini móti einum meira ábyrgdarfullum talgildum umhvørvi fyri okkara børn.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars, og við Sambandsflokkin 24. mars.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?
Tøkk - Hannebeth Garðalíð
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt