Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydnaður valfundur á TSK

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2026 - 18:33 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Valfundurin, sum ungmannafeløgini saman við TSK skipaðu fyri á skúlanum, gav fleiri fyrstuferð veljarum innlit í hugsjónir, politikk og hvussu ymiskar loysnirnar kunnu verða uppá avbjóðingar í samfelagnum.

 

Politisku flokkarnir vóru væl fyrireikaðir við básum, sum næmingar á skúlanum vóru fúsir at vitja. Longu áðrenn fyriskipaðu pallborðini, var kjakið lívligt og fólkaræði vísti seg frá síni bestu síðu.

Fyrsta pallborði var mannað við ungum og nýggjum valevnum. Tey kjakaðust lívliga og siðiliga um fráflyting, hægri útbúgvingar, bústaðarmøguleikar og fíggjarviðurskifti. Loysnirnar uppá avbjóðingarnar vóru mangar og kreativar og tað gjørdist týðiligt at hugsjónirnar eru ymiskar millum flokkarnar.

Næsta umfar av pallborðinum við manningarskifti, hevði við sær at tveir meiri royndir politikkarar eisini sluppu framat. Hesaferð var evnið ríkisrættarliga støðan. Tað bleiv lagt hart út, har sambandsflokkurin fekk nøkur prik frá øllum borðum, tí teir ikki vildu verða við eini tjóðarsemju. Unga sambandsumboði megnaði tó væl at standa ímóti og argumentera.

Eftir pallborðini helt orðaskifti fram við básarnar hjá flokkunum, næmingarnir vildu hava meir og ungmannafeløgini vóru klár og kjakast var dúgliga víðari.

Samanumtikið var hettar eitt væleydnað tiltak, sum hóskaði sera væl til miðnáms- og yrkisskúlar.

Fólkaræði sær sunt út tá vit hyggja eftir hesum ungu spírunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag