Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Einki serligt veður í kvøld til nýggjársbál og fýrverk. Vindurin fer at minka úr 15 til 20 m/s seinnapartin niður í 10 til 15 m/s í kvøld. Regn allan dag, tó ikki líka nógv í kvøld sum tað er nú. | Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í dag og í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.12.2023 - 11:00 Tíðindi Veðrið

Illveður er kring alt landið. Brúgvalagið við nógvum regni legði seg yvir okkum fyrr í morgun, og tað verður eftir øllum at døma liggjandi soleiðis allan dag.

Tað gongur norðureftir, og í kvøld er tí eitt sindur minni vindur og regn.

Fylgissveinamynd klokkan 10.20 okkara tíð. Tað undir tí gráasta økinum er tað mesta regnið. Hetta regnøkið gongur norðureftir, men ikki serliga skjótt og liggur tí yvir okkum allan dag.

Tað er heilt hampuliga nógvur vindur í morgun, 15 til 20 m/s av landnyrðingi eystri. Hvirlurnar eru hálvaaðru ferð miðalvindin, upp í 30 m/s.

Tað er samdrigið og nógv avfall kring alt landið – fyri tað allarmesta regn, men tað kann vera vátakavi í støðum, sum liggja høgt. Hitin liggur úr frostmarkinum upp í  5 stig.

Í stuttum verður hetta veðrið í dag. Vindur og regn.

Onkur lítil broyting verður. Tá ið nakað er liðið út á seinnapartin, minkar vindurin eitt vet, niður í 13 til 18 m/s, og ættin gongur niður í eystan.

Í kvøld minkar vindurin niður í 10 til 15 m/s, og tað fer ikki at regna líka illa sum nú. Tað fer ikki at slíta í, men bara minni regn. Hitin fer nøkur stig uppeftir í dag, upp í 8 ella 9 stig.

Gott nýggjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Lýsing