Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bónus kappingin: SÍ koppaði Mjølnir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  10.01.2024 - 23:54 Ítrottur Tíðindi

Favorittarnir til FM og í Bónus kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í dag greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ liðið, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 


Mjølnir-SÍ 1-3 (15-25, 25-27, 25-15, 18-25)


Favorittarnir til FM og í Bónus kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í dag greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ liðið, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini í Klaksvík.


Í Føroya Tele deildini fyri menn er Mjølnir greitt oddalið, ímeðan SÍ stillisliga hevur hálað seg uppá eitt annað pláss í kapping við Fleyr og ÍF. Undan kappingini í ár var ikki roknað við, at SÍ fór at gera seg galdandi. Nýggjur  leikandi venjari, Christian Campos úr Brasilia, kom ístaðin fyri legenduna Raijko Petrovic og ivi var um fleiri leikarar.


Í kvøld var talvan vaskað rein og Bónus kappingin fyri menn var á skrá.


Christiano Campos vísti í dag, at hann stillisliga hevur skipað fyri, at  SÍ hevur fótað sær, fingið skipan á spælið og víst vegin, soleiðis at leikararnir leika við øktum sjálválitið. 


Campos sjálvur gekk á odda í álopið og við einum sera hørðum servutrýsti, har hann staðfesti seg sum besta servaran í føroysku kappingini. Ungi hevarin, Elias Ellingsgaard Petersen kom sera væl frá uppgávuni, og megnaði serliga væl saman við Tóka í Haraldstovu at hótta Mjølnir á miðjuni. Nokk hin besti føroyski kanturin í kappingin, Hjørtur Joensen, megnaði ferð eftir ferð at vinna á høga Mjølnir blokkinum. Samstundis var verjuspælið, við Silas Poulsen á odda, sera gott.


Hetta var so fyrsta ferðin í mong ár, at Mjølnir mátti luta fyri SÍ og spennandi verður nú at síggja, hvussu næstu dystirnir ganga í Bónus kappingini fyri menn - hvørji lið hittast í hálvfinalunum, sum verða í Klaksvík 10. februar.


Næstu dystirnir í Bónus kappingini fyri menn verða leygardagin 13. januar kl. 15, har Mjølnir tekur ímóti Fleyr í Klaksvík, ímeðan Ternan tekur ímóti ÍF á Toftum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…