Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lágt stendur sólin og tíðliga skínur | Mynd: Katrin á Gravarbø

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.01.2024 - 17:30 Tíðindi Veðrið

Nú er skjótt liðugt við kavanum á hesum sinni. Lágtrýstið, sum hevur givið okkum kuldan og kavan, stóð yvir Noregi og Svøríki nokkso leingi, men nú tað burtur. Í vikuskiftinum og nakrar dagar inn í næstu viku er tað eitt lágtrýst, sum er á leiðini við Kappan, sum fer at mynda veðrið á okkara leiðum.

Ístaðin fyri ta køldu luftina, sum er komin til okkara av leiðunum við Norðpólin, fara vit at fáa eitt sindur lýggjari luft – fyri tað mesta av útsynningi. Hitalagið fer eitt fitt vet upp.  

Lítil vindur hevur verið í dag, men í kvøld fer hann at veksa av landsynningi, upp í 8 tli 13 m/s, og í nátt upp í skrið, sum er um 18 m/s. Klára loftið fer sum kvøldið og náttin líður ístaðin at verða samdrigið og so samregn. Hitalagið fer at kvinka seg nøkur stig upp um frostmarkið í kvøld.

Í morgin fer hann at liggja av útsynningi, fyri tað mesta 10 til 15 m/s, og framvegis samdrigið og regn. Í annaðkvøld veksur hann upp í skrið, tað er 18 m/s, og fer at liggja millum útsynning og sunnan. Tað regnar helst allan morgindagin, tó verða løtur við ælaveðri. Hitin í morgin fer upp í eini 8 stig.  

Sunnudagin er ættin allan dagin útsynningur, vindferðin fer at liggja um 8 til 13 m/s, viðhvørt upp í hvassan vind, sum er 15 m/s. Skýloftið verður eitt sindur skiftandi við ælaveðri, kanska eisini við vátakava. Hitin sunnudagin millum 1 og 7 stig.  

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…