Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Jákup B. Andreasen hevur nú tikið avgerð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.01.2024 - 22:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ-viðhaldsfólk hava bíðað í allan vetur. Nú er avgerðin tikin hjá KÍ-liðskiparanum.

Móti endanum av kappingarárinum í fjør fóru søgurnar at ganga um, at tað var ein møguleiki fyri, at KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, fór at skifta til felag uttanlands. Jákup staðfesti eisini fyri miðlunum, at hann hevur spælt sær við tankan um at royna seg uttanlands einaferð og at áhugin var stórur frá fleiri feløgum. Men hann staðfesti eisini, at tað skuldi nógv til fyri at fáa hann úr KÍ og eisini skuldi alt passa saman við familjuviðurskiftunum.

 


Heldur fram í KÍ

Týsdagin setir KÍ kós móti Portugal, har longri venjingarlega verður og fleiri hava væntað, at verður Jákup við KÍ-hópinum til Portugal, so spælir hann í KÍ í ár. Og Jákup verður við KÍ bæði á venjingarleguni og til landskappingarbyrjan.

- Tað er ein tíð síðani, at eg tók avgerðina, og eg setti mær fyri, at alt skuldi í øllum førum verða avgreitt áðrenn venjingarleguna. Og avgerðin er tikin. Eg haldi fram í KÍ, har eg eisini havi sáttmála fyri 2024. Tað hevur verið stórur áhugi uttanlands og onkur stór feløg hava víst áhuga. Onnur viðurskifti hava eisini spælt inn. Eg skuldi hava skúlan lidnan og síðani skal eg verða pápi í mars. Tað passar best til mína støðu at halda fram í KÍ, og tað eri eg glaður fyri, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið í kvøld.

Jákup B. Andreasen spældi 50 dystir fyri KÍ og A-landsliðið í fjør, sum er met fyri leikara í føroysku kappingini. 25 ára gamli miðvallarleikarin hevur vunnið fýra FM við KÍ og kom í 2023 í bólkaspælið í Conference League.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir